Gunnleyg onga viðmerking

Gylta lógvatakið gevur Gunnleyg Durhuus 711.000 krónur, svarandi til 2500 tímar av heimahjálp

- Nei, eg haiv onga viðmerking yvirhøvur. Tú fært meg ikki at siga nakað um hasa fráfaringaravtaluna.

 

Gunnleyg Durhuus er knøpp í vendingini, tá vit biðja um eina viðmerking til ta fráfaringaravtalu, ið hon undirskrivaði um dagarnar.

 

Gunnleyg Durhuus er nú fyrrverandi depilsstjóri á Eldradeplinum í Almannaverkinum.  Hon er fríttstillað úr sínum starvi, men skal tó vera tøk at svara møguligum spurningum, tað sum eftir er av september mánað. Annars eru føstu lønarflytingarnar einasta samband millum hana og Almannaverkið.

 

Gylta lógvatakið, sum fráfaringaravtalan tryggjar Gunnleyg Durhuus, hevur eitt virði á 711.000 krónur. Tá er eftirløn ikki íroknað og ei heldur útreiðslur til advokathjálp, sum Almannamálaráðið somuleiðis rindar fyri.

 

Fráfaringaravtalan gevur henni løn til og við apríl mánað næsta ár. Tilsamans átta mánaðir. Hetta tíðarskeiðið upptjenar hon sær eisini rætt til frítíð við løn. Harumframt fær hon eina fráfaringarsamsýning, sum svarar til løn í seks mánaðir.

 

Deildarstjórin er lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins. Tað gevur henni 45.935 krónúr í løn um mánaðin. Harumframt kemur tænastumannaeftirlønin.

 

Vit hava spurt Gunnleyg Durhuus um, hví hon ikki longur er depilsstjóri á Eldradeplinum í Almannaverkinum. Og vit hava somuleiðis spurt hana um innihaldið í fráfaringaravtaluni.

 

Men svarini eru stutt:

 

- Eg havi onga viðmerking, er tað einasta, ið Gunnleyg Durhuus fæst at siga.

 

Eldradepilin varð veruleiki eftir bygnaðarbroytingarnar í Almannaverkinum, sum komu í gildi 15. oktober í fjør. Í tí sambandi varð gjørd ein endamálsorðing fyri depilin, ið er soljóðandi:

 

Við miðvísari heimatænastu, umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt skal miðast ímóti at stuðla brúkaranum til sjálvbjargni og at gera tað møguligt hjá honum at búgva sum longst heima í best møguligum umstøðum, um tað er heilsuliga og samfelagsliga ráðiligt. Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og brúkara.

 

Nú er Eldradepilin farin í søguna, fluttur inn undir Menningardepilin, og depilsstjórin er farin til hús við 711.000 krónum.

 

Í 2010 metti Almannamálaráðið, at hvør einstakur heimahjálparatími kostar umleið 285 krónur. Tá eru øll gjøld, eftirløn, feria, sjúka o.a. íroknað.

 

Gylta lógvatakið til depilsstjóran, sum millum annað hevði ábyrgdina av heimahjálpini, kostar sostatt 2495 tímar av heimahjálp.

 

Les eisini:

 

712.000 krónur fyri at fara frá