Gussiås borin í gullstóli

Hóast trivaligan sigur, so heldur KÍ venjarin, at dómarin allan seinna hálvleik royndi at kompensera fyri, at hann í fyrra hálvleiki bríkslaði fyri brotssparki til KÍ, sum við sannførandi heimasigri ímóti arvafíggindanum styrkti uppaftur meiri um støðuna sum FM favorittur

Kappingin er sjálvandi ikki avgjørd, nú tað er steðgur í landskappingini fram til á ólavsøku. KÍ og HB fara nú saman við B36 og Víkingi at luttaka í Europa, og so eru tað eftir ólavsøku 11 umfør eftir av ársins landskapping.

 

Í dag vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti HB, sum hevur verið roknað at vera størsti avbjóðarin, og nú eru tað 13 stig frá KÍ og aftur til HB og 12 stig aftur til B36. Sjálvandi fara klaksvíkingar at frábiðja sær øll lukkuynski við FM heitinum, men tað er sera torført at ímynda sær, at tað ikki skal eydnast KÍ at vinna triðja FM heitið á rað.

 

Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið René Shaki Joensen við ferð fór framvið Viljormi Davidsen og fór um koll, og Árni Frederiksberg umsetti úr 11 metrum og til mál. Tá var stórur hálvur tími farin, og í yvirtíðini í 1. hálvleiki eydnaðist tað loksins Sivert Gussiås at skora mál. Tað hevur hann ikki megnað, síðani hann í vár kom til Klaksvíkar.

 

KÍ vann – sum so ofta í dag – bóltin á mótstøðuhálvuni, og skjótt og snilt uppspæl bar við sær, at Sivert Gussiås var leysur innanfyri brotsteigin í høgru, og takið mundi farið av bæði skýlum og høll, tá ið bólturin fór flatt í málið aftanfyri Bjart Vitalis Mørk, sum avloysti skadda Teit Matras Gestsson.

 

-Frá har eg stóð dugi eg ikki at síggja, um tað var brotsspark ella ikki. Dómarin var væl staddur, og hann bríkslaði. Sum dysturin leið, helt eg meg síggja, at hann royndi at kompensera fyri dómin. Tað er einki nýtt, at dómarar gera soleiðis, og hatta er tað, sum vit ivaleyst eisini fara at uppliva í Europa, sigur KÍ venjarin Magne Hoseth í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum.

 

-Eg rokni við, at vit fara at síggja í sjónvarpinum, at hatta var ikki brotsspark. Brotssparkið hevði stóran týdning fyri dystargongdina, men tað skal einki takast frá KÍ, sum er eitt framúr gott lið. Tað siga tølini. Teir hava fulla úrtøku, og 2-0 sigur í dag er góð ábending um, at tað var uppiborið, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen.

 

Seinni hálvleikur gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum. Klaksvíkingar vóru ikki serliga álopshugaðir, og HB megnaði ikki fyrstu stóru løtuna at vinna seg til málmøguleikar. Síðstu 20 minuttirnar spenti HB álopsbogan í botn. Hørður H. Askham, innskifti Bartal Wardum og innskifti Heri H. Mohr vóru sera frammarlaga, og tað vóru spentar støður í KÍ brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.

 

Mikkel Dahl hevði ein góðan møguleika í fyrra hálvleiki, og eisini eftir steðgin hevði hann møguleikar – eitt nú eftir fínt innlegg frá Daniel Johansen sum aftur var á vongverjanum í vinstru – men tað, sum áður altíð eydnaðist hjá Mikkel Dahl, eydnast ikki í ár, og so staðfesti stóra áskoðarafjøldin í góða summarveðrinum, at HB er fokið í FM stríðnum.

 

KÍ hevur fyri 16 umfør 48 stig, og tað er so framúr, sum tað ongantíð hevur verið hjá nøkrum felag áður – í Føroyum og í flestu øðrum londum.