Tað endaði við heimasigri, tá ið EB/Streymur hevði vitjan av AB. Einasta málið í spennandi uppgerðini varð skorað sjey minuttir undan leikloki. Rói H. Olsen, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, legði eitt vet úr høgru og við frísparki bóltin fram í brotsteigin, liðformaðurin og miðverjin Andras Ó. Olsen drønstútaði úr 11 metrum í tvørtræið og niður í vøllin.
Í dag var Rói Zachariasen, fyrrverandi málverji hjá EB/Streymi, aftur millum stólparnar hjá AB, og áðrenn hann hevði reist seg aftur fyri at fáa fatur á bóltinum, var Gutti Dahl-Olsen fyrstur á og setti mest sum av strikuni bóltin í netið. Hetta var triðja málið hjá Gutta í landskappingini í ár.
EB/Streymur hevði fleiri royndir ímóti málinum enn mótstøðuliðið, og EB/Streymur hevði sambært dystir.fo fimm stórar málmøguleikar, meðan AB hevði tveir stórar málmøguleikar. Teir høvdu Marius Kryger Lindh og Teitur D. Olsen fyrra partin av fyrra hálvleiki, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur.
EB/Streymur – AB 1-0 (0-0)
1-0: Gutti Dahl-Olsen 83.
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: Kristian Joensen – Niklas T. Kruse, Andras Ó. Olsen, Árni G. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Bogi Reinert Petersen, Dánjal Tausen – Filip Djordjevic, Rói H. Olsen, Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen
AB: Rói Zachariasen – Mikkjal T. Hentze, Tróndur J. á Høvdanum, Michael Alexander Smith, Onni Tihonen, Gunnar Reynslág – Marius Kryger Lindh, Ragnar Skála, Bartal Petersen, Jobin Drangastein – Teitur D. Olsen