Høvðussøgan í fótbóltsheiminum seinastu vikuna hevur verið um søluna av Liverpool. Í februar 2007 keyptu Tom Hicks og Geroge Gillett Liverpool. Teir áttu eisini íshockey liðini Dallas Stars og Montreal Canadiens umframt Baseball liðið Texas Rangers. Teir lovaðu nýggjan leikvøll og at styrkja um liðið. Alt hetta uttan at seta felagið í skuld.
Liverpool til sølu
Í apríl 2010 varð Liverpool sett til sølu aftur. Ongin nýggjur leikvøllur, leiðslan í felagnum er at kalla óarbeiðsfør, felagið hevur eina met skuld uppá góðar tvær milliardir krónur, venjarin er í øðini, tí hann ongar pengar sleppur at nýta, og á vøllinum gongur illa. Liverpool endar á sjeynda plássi, røkkur ikki Champions League fótbólti og Roy Hodgson loysir Rafael Benitez av. Inn kemur eisini Martin Broughton, sum verður settur til at finna ein keypara og umsita søluna.
Hvussu nógv er felagið vert?
Tom Hicks og George Gillett meta felagið verða vert góðar 6 milliardir krónur, meðan Martin Broughton og hinir í leiðsluni meta felagið ikki verða vert meir enn góðar 2-3 millardir. Tað gongur illa at finna nakran keypara og Royal Bank of Scotland, sum umsitur eitt lán hjá Hicks og Gillett uppá góðar tvær milliardir, setur 15. oktobur sum deadline fyri at gjalda skuldina aftur.
Kríggj í leiðsluni
Fyrr í hesum mánaðinum velur ein meiriluti í Liverpool leiðsluni, Martin Broughton, Christina Purslow og Ian Ayre, at taka av einum boðið frá NESV upp á góðar 2,5 milliardir. Minnilutin, Tom Hicks og George Gillett, meta at prísurin er alt ov lágur og teir gera alt fyri at steðga søluni. Sakin endar í rættinum í London. Meirilutin vinnur, men dagin eftir avgerð ein rættur í Texas, at sølan ikki er farin rætt fram. Fríggjadagin kemur so staðfestingin, rætturin í London avgerð enn eina ferð, at sølan er farin rætt fram, og Liverpool er selt NESV fyri 2,5 milliardir krónur.
NESV lovar einki
Nýggju eigararnir vóru á Goodison Park í gjár og sóu Liverpool tapa greitt fyri Everton. Teir hava mótsatt Tom Hicks og Geroge Gillett valt at halda kortini tætt at kroppinum og hava ikki sett tøl ella tíðarskeið á nakað. NESV hevur innfríðað skuldina, so felagið er skuldafrítt. Tó hevur John W. Henry lagt s:taðfest eitt:
- Tað er langur vegur á mál!
Tað segði hann eftir, at rætturin í London hevði givið grønt ljós fyri søluni. Liverpool liggur á 19. plássi og spælið er út av lagið vánaligt. So er spurningurin nær Liverpool kemur fram á gylta himmalin hinumegin ódnina.
trondur@sosialurin.fo
…………………………
Vikan íð fór:
Danny Murphy:
Tað er væl kent, at fjølmiðlarnir hava lítið at skriva um tá tað er landsliðs vikuskiftið. Tað fekk Fulham liðskiparin og miðvallarin Danny Murphy at kenna, tá hann á einum fundi hjá The League Managers’ Association tosaði um vánaligar og ógvusligar taklingar. Hann segði, at summir venjarar øsa sínar spælarar ov nógv upp undan dystum. Hann nevndi millum annað Stoke, Wolverhampton og Blackburn. Teir ákærdu hava tikið orðini illa upp og Danny Murphy hevur verið samtaluevni á flestu tíðindafundunum hetta vikuskiftið.
Sir Alex vs. Rooney:
Fyrst segði Sir Alex Ferguson, at Wayne Rooney er skaddur, men stutt eftir segði Rooney at hann var var skaddur, og at hann ongantíð hevur verið skaddur. Fjølmiðlarnir hava sjálvandi gjørt sær dælt av støðuni og eru nú komnir fram til, at Rooney møguliga er ávegis til Real Madrid. Nú fáa vit at síggja…
……………………………
NESV:
New England Sports Ventures var stovnað í 2001 av John W. Henry, Tom Werner, Les Otten og The New York Time Company. NESV eigur og rekur amerikanska baseball felagið Boston Red Sox.