Høgi lønarskatturin ein avbjóðing

Landsstýrið hevur í dag havt evnisdag um heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í apríl.

Tað boðar Løgmansskrivstovan.

Stórur partur av átøkunum í heildarætlanini verða fyrireika ella eru farin í gongd. Á evnisdegnum viðgjørdi landsstýrið tilmælini um útbúgving, skattaviðurskifti og útlendingaøkið.?

Næsta stig í viðgerðini av tilmælunum innan útbúgvingarøkið verður at hyggja eftir hvussu fleiri lærlingapláss kunnu fáast til vega, bæði í tí almenna og hjá tí privata. Harafturat fer landsstýrið at samskifta við vinnuna um, hvussu fleiri hægri útbúgvingar verða mentar, sum í størri mun nøkta tørvin hjá vinnulívinum og birta til nýskapan. ?

Landsstýrið er samt um, at høgi lønarskatturin er ein avbjóðing fyri føroyska samfelagið. Fíggjamálaráðið er farið undir greina hvørjir møguleikar eru fyri at lætta um trýstið á inntøkuskattin.?

Landsstýrið er eisini farið at hyggja eftir markinum fyri arbeiðsmegi úr ES, og útlendingalógini fyri at taka burtur forðingar fyri, at føroyingar við útlendskum maka kunnu flyta heim.