Høgligari at vitja Kópakonuna

Umstøðurnar at vitj Kópakonuna eru nógv betraðar síðani Mikladalstunnilin varð asfalteraður fyrr í vikuni.

 

Fyrradagin var liðugt at asfaltera Mikladalstunnilin á Kallsoynni. Hetta var tiltrongt, tí meginparturin av tunlinum er ikki asfalteraður, síðan hann varð gjørdur fyrst í 1980’unum, og ferðslan er økt nógv seinastu árini.

 

Síðan kópakonan varð sett upp í 2014, er ferðslan økt ígjøgnum tunnilin, og vegurin hevur verið illa slitin. Serliga koyra nógvir bussar við ferðafólki ígjøgnum tunnilin nú, og nýasfalteraði vegurin bøtir munandi um túrin til Mikladals.

 

Entreprenørfelagið Kreton stóð fyri arbeiðinum at asfaltera tunnilin, ið ikki var heilt uttan avbjóðingar.

– Arbeiðið var avbjóðandi, tí serlig amboð máttu brúkast, av tí at tunnilin er so lágur, sigur Eyðun Magnussen, stjóri á Kreton. Hóast hetta gekk arbeiðið sera væl.

 

 

Mikladalstunnilin er 1082 metrar langur, varð liðugur í 1980 og er tann triðji av fýra tunlum í Kallsoynni.