Sveinur Tróndarson
Talið og slagið av útbúgvingum legst til so hvørt sum tøknin mennir samfelagið. Og viðhvørt hendir tað seg eisini, at føroyingar uppliva eina »heimsdebut« um vit kunnu kalla tað so.
Høgni Hammer er, um ikki ein heimsdebut, so ein ríkisdebut. Hann er nevniliga tann fyrsti KT-vørðurin í danska ríkinum. Saman við tveimum øðrum stóð hann royndina, og tí kann kalla seg KT-vørð, ella IT-supporter, sum tað eitur á altjóða donskum.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so var Høgni Hammer, eisini tann fyrsti sum var til royndina, so tað kann av sonnum sigast at hann varð fyrstur.
Lært hjá
Formula Xerox
Lærutiðina hevur Høgni Hammer staðið hjá Formula Xerox, har Pauli Jacobsen hevur verið lærumeistari. Hetta er fyrstu ferð, at Formula Xerox hevur havt lærling, og tí var dagurin serligur fyri fyritøkuna eins væl og hann var fyri lærlingin.
Høgni Hammer fekk prógv sítt handað á eini samkomu seinnapartin hósdagin, har nýútnevndi stjórin Óli Hansen ynskti honum tillukku við lærubrævinum. Afturvið ynskjunum og blómum fekk hann boðið starv hjá fyritøkuni eisini, og tí tók hann av.
Byrjaði sum datamekanikari
Hóast Høgni varð avlærdur sum KT-vørður hósdagin, so var tað ikki í hesi útbúgving hann byrjaði fyri tveimum og einum hálvum ári síðani.
Tá fór hann undir eina fimm ára útbúgving, sum verður kallað datamekanikara. Men sum hjá so mongum, so helt hann at tað var í meira lagi at taka í einum, og tí setti hann seg í samband við Læruráðið, sum tá enn var til, fyri at fáa loyvi til at skifta til KT-vørð ístaðin.
Hetta var í lagi, hóast hann, sum ein av teimum fáu, fekk settar treytir frá formanninum. Hann legði unga manninum eina við, at halda fram við datamekanikaraútbúgvingini tá hann var liðugur við KT-vørðin.
Hetta játtaði ungi maðurin, men tað var nokk ikki tí, at tað var formaðurin í Læruráðnum segði tað, nokk heldur tí at formaðurin í táverandi Læruráðnum æt Jógvan Hammer, og er pápi Høgna.
Fer at halda fram
Sum tann skilagóði ungi maðurin Høgni er, so hevur hann longu nú avgjørt, at hann fer at halda fram við útbúgvingini til datamekanikara, eins og hann lovaði pápa sínum.
Hann skal sambært treytunum, sum hann gekk undir fyri at kunna flyta til KT-vørð, bíða í eitt hávlt ár, áðrenn hann fer undir aftur útbúgvingina, og tað ætlar hann sær so at gera.
Í fyrsta umfari ætlar Høgni sær at arbeiða hjá Formula Xerox, har hann nú er í fullum føstum starvi, og tað gleðir hann seg til.