Í morgunsendingini fríggjadagin kl 8 var eitt brot úr tingviðgerðini um fiskivinnumál, har Høgni Hoydal í sínum ákærum móti landsstýrinum segði, at hetta var ”sum tá Óli Jacobsen vitnaði fyri reiðararnar og ikki fyri fiskimmenninar..”.
Hetta var í samband við spurningini, um gjald fyri keyp av kvotum á uppboðssølu kundi dragast frá sum felagsútreiðslur í avrokningini.
Tað er í stríð við alla mannagongd, at ein persónur uttan fyri tingið, verður drigin inn í eitt orðaskifti, og løgtingsformaðurin talaði eisini at.
Men meg nervar tað ikki á nakran hátt. Hetta gevur nevniliga ein góðan møguleika at lýsa trúvirðið hjá Høgna Hoydal sjálvum.
Forsøgan um hetta mál er henda:
Í 2012/13 varð gerðarrætturin settur at avgera hendan spurning um frádráttin fyri kvotakeyp. Eg var innkallður vitni sum ein av teimum, sum kendi mest til sáttmálan hjá fiskimonnum, sum eg hevði arbeitt við í 36 ár.
Eg greiddi frá sáttmálanum og frá praksis á økinum øll hesi árini. Eingin hevur kunnað prógvað, at hetta var skeivt.
Út frá hesum var eingin ivi um, at her var talan um loyvdan frádrátt. Hetta kundi bara broytast við broyting í sáttmálanum, sum báðir partar máttu semjast um. Hetta var eisini niðurstøðan hjá gerðarrættinum, partvíst eisini við stuðli frá gerðarrættardómara, sum var valdur av viðkomandi manningarfelag.
Nú hendir tað óhoyrda, at Høgni Hoydal sum landsstýrismaður leggur seg út í eitt mál, sum grundleggjandi er fyri partarnar á arbeiðsmarnaðinum at greiða.
Hann fær undanfarnu samgongu at lóggeva eina broyting í ein galdandi sáttmála til fyrimuns fyri annan partin. Hetta er í sær sjálvum óhoyrt í einum rættarsamfelagi.
Samstundis leggur hans seg út í ein dómsúrskurð og ger til einkis eina greiða niðurstøðu hjá gerðarrætti, har sjálvur sorinskrivarin var uppmaður. Orsøkin er tann, at niðurstøðan ikki er í samsvar við hansara fatan um ein sáttmála, sum hann hevur sera avmarkaða vitan um.
Hetta er í sær sjálvum óhoyrt í einum rættarsamfelagi, men er kent í øðrum londum, um vit fara nóg langt úr Føroyum og nóg langt aftur í tíðina.
Setti seg omanfyri egnu lógardeild
Tað, sum betri enn nakað lýsir rættarfatanina hjá Høgna Hoydal, er hetta:
Landsstýrið hevur eina lógartænastu, sum skal kanna øll lógaruppskot, sum skulu leggjast fyri løgtingið, um tey lúka treytirnar fyri uppskotinum.
Henda lógartænasta leggur fram hvørt ár eina ársfrágreiðing. Hetta árið varð sagt, at um 200 uppskot høvdu verið góðkend til framløgu, men tað var eitt uppskot, sum ikki varð góðkent, og tað var júst umrødda uppskot um at seta galdandi sáttmála og dómsvaldið til viks.
Hóast hetta leggur Høgni Hoydal uppskotið fram. Søgan sigur einki um, at hann hevur kunnað vinnunevndina ella løgtingið um støðuna hjá lógartænastuni. Tískil var uppskotið samtykt uttan viðgerð av hesum týdningarmikla spurningi.
Hetta er tann rættartrygd og tað ”frælsi”, sum Høgni Hoydal bjóðar føroyingum.
Hann er í hvussu er ikki tann rætti at seta spurning við trúvirðið hjá øðrum og minst av øllum frá løgtingsins røðarapalli.
Óli Jacobsen