Høgni Midjord fór til Vágs til onga nyttu

Skálvíkingurin hjá FC Suðuroy, Høgni Midjord fór í góðum lagi til Vágs í tí trúgv, at hann skuldi byrja inni í effodeildsdystinum ímóti HB í dag.

 

Hann hevði eisini spurt og kannað, um tað fór at verða nakar trupuleiki, tí hann er útleigaður frá HB. Meðan hann hitaði upp fekk hann at vita, at hann kundi ikki spæla í einum dysti ímóti HB, og var hann soleiðis farin longu ferðina til Vágs til onga nyttu.

 

Undir greinini ber til at hoyra tað, sum Høgni Midjord fortaldi um tilburðin í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2. (Mynd: www.fcsuduroy.com)