Long tíð er fráliðin, síðani seinnapartin hósdagin tann 9. september.
Arbeiðsdagurin á Sosialinum var farin at halla tá røringur kom í í grannalagnum; ein drongur var farin á sjógv, og lá og rópti um hjálp einar 70 metrar út frá landi.
Tann tíggju ára gamli Kjartan Festirstein, sum var á veg til hús eftir bakkanum, gleið, og fór beint á bláman.
Tveir menn settust ikki á boðini og settu beina kós oman í fjøruna.
Høgni Mohr og Hannus Petersen vóru teir fyrstu sum komu oman, og hóast sjógvurin ikki var tespuligur á at líta, so kom tað ikki teimum til hugs, at setast aftur.
Tveir sum ein gloymdu teir vandan og svumu í ódnarveðrinum út eftir tíggju ára gamla dronginum, sum hóast í svárari neyð, kláraði at halda sær uppi.
Beint eftir bjargingina søgdu teir báðir, sum í ein munn, at tað var løn í sær sjálvum, at Kjartan enn er á lívi, men tað eru onnur, sum ikki hava hildið, at tað var nóg mikið.
Heiðursgávu
frá Carnegie
Beint eftir stórfingnu bjargingina gjørdi løgreglan og sløkkiliðið í Havn av at boða Carnegies Belønningsfond for heltemod frá hendingini og nú fáar dagar undan jólum kom eykalønin.
Ein kekkur upp á 10 túsund til hvønn teirra fyri at hava sett lív sítt í váða fyri at bjarga einum menniskja í neyð.
? Eg eri ótrúliga glaður fyri heiðurin, sigur Høgni Mhr við Sosialin um telefonina úr Keypmannahavn.
? Tað er sjálvandi eitt gott herðaklapp at fáa fyri teir tankarnar, sum fóru gjøgnum høvdið beint eftir hendingina, leggur hann afturat.
Høgni leggur afturat, at tað eru øgiliga nógvir pengar at fáa fyri slíka gerð, men sjálvsagt er hann fegin.
? Eg eri eisini sera takksamur og stoltur av, at onkur hevur mett gerðina verða so stóra, at vit skulu heiðrast, sigur Høgni og leggur afturat, at hann er løgregluni sera takksamur fyri at hon hevur innstillað teir til heiðurin.
18 fingu heiðurin
Sum nevnt omanfyri vóru teir báðir føroyingarnir ikki teir einastu, sum fingu heiðurin frá Carnegie grunninum.
Sekstan onnur, ella 18 fólk íalt fingu heiðursgávuna, sum undir vanligum umstøðum er líka stór til øll, men tað var hon ikki í ár.
Hesaferð hevur grunnurin mett, at tey áttu at taka ein burturúr fyri serligt dirvi.
Ein dani fekk tí 15 túsund krónur fyri at vera farin inn í eitt brennandi hús eftir børnum, sum annars vóru innibrend.
Síðani 1912
Carnegie grunnurin hevur annars staðið fyri slíkum sømdargávum í mong harrans ár.
Grunnurin varð settur á stovn við kongiligari fyriskipan í 1912 og hevur síðani einaferð á hvørjum ári givið teimum, sum innstillað eru fyri slíkar stórar gerðir, eina gávu.
Tað er fast, at heiðursgávan frá Carnegie grunninum verður latin í byrjanini av desember mánaði.
Tað er sum sagt løgreglan, sum hevur innstillað teir báðar til heiðruin. sum Sosialurin ynskir Høgna og Hannusi hjartaliga tillukku við.