Søgu- og Samfelagsdeildin er einasta universitets deild í heiminum, ið hevur til endamáls granskað føroysk samfelags viðurskifti burturav. Sum lesandi kunnu vit fara á hægri læristovnar í útheiminum, men hetta er ikki nøktandi fyri tann, ið vil sleppa at granska í føroyskum viðurskiftum.
Einki skynsamt høpi tykist vera í, at lesandi ikki vera upptikin á søgu og samfelagsdeildin aftaná summarfrítíðina. Serstakliga tá hugsað verður um arbeiðisloysi í landinum og fráflytingina av ungdómi. Tað er ein sannroynd, at fólk stóðu í kø til at sleppa at lesa á søgu og samfelagsdeildini aftaná summarfrítíðina. Framtíðin tykist vera óviss, og fleiri mugu tí uttan iva leita sær av landinum. Hetta stendur í greiðari andsøgn til allar visiónir um, at skapa fyritreytir hjá ungdómi at støðast í landinum.
Eingin M.A. lestur
Fyri okkum, ið verða liðug við Bachelor útbúgving í summar, er støðan sera óheppin. Fleiri høvdu ætlanir um at fara undir masterlesnað í Føroyum, men hetta sær í løtuni ógvuliga svart út. Spyrjast kann, hvørjum endamáli tað tænir, at ikki loyva fólki at gera seg lidnan. Ein B.A. Útbúgving í sær sjálvum er ikki nøktandi á arbeiðsmarknaðinum. Søgu og samfelagsdeildin hevði møguleika til at hava masterlesandi innskriva, so hvørt hesi tóku eitt síðufak, hesin møguleikin er nú eisini burtur. Hjá teimum ið bert vanta at skriva sjálva masterritgerðina, kemur hetta eisini sera illa við, tí tey kunnu koma at standa uttan nakran fakligan vegleiðara.
Nú tá vit mugu søkja um upptøku á lærustovnum uttanlands, stinga fleiri trupulleikar seg upp. Í fleiri førum eru umsóknarfreistirnar longu farnar, og har freistin ikki er farin, fer hon innan stutta tíð. Sum kunnugt er eisini neyðugt við studningi tá ein fer av landinum at lesa, og nú tá tað stendur greitt, at Søgu- og Samfelagsdeildin ikki tekur inn, verður sera torført at fáa hesar stuðulsmøguleikar at hanga saman.
Fjarlestur sum undanførsla
Landstýrisskvinnan í Mentamálum segði í Degi og Viku 30. mars, at tey, sum vilja lesa víðari, kunnu møguliga gera hetta sum fjarlestur í samstarvi við Fróðskaparsetrið og annan stovn uttanlands, men stóri spurningurin er, um eitt tílíkt samstarv kann fáast upp á pláss áðrenn summarfrítíðina? Tað er ikki sannlíkt, tí tað er ikki fígging til fjarlestur í játtanini til Setrið!
Nógv kjak hevur verið um, at føroyingar fara uttanlands at lesa og verða verandi har. Við at raðfesta Søgu- og Samfelagsdeildina, hevði ein partur av hesum trupulleika verið loystur, áðrenn hann stakk seg upp! Hóast tað er torført hjá lítlari tjóð sum Føroyar, at borðreiða við øllum teimum lestrar tilboðum størri lond kunnu borðreiða við, átti tað at staðið greitt, at vit ikki kunnu loyva okkum at niðurraðfesta tað, ið longu hevur víst seg at virka væl.
Vit heita tí á øll – ung sum gomul – um at stuðla okkum við at møta fjølment upp til mótmælistiltak ímóti fyribils niðurleggingini av Søgu- og Samfelagsdeildini. Mótmælistiltakið verður á Vaglinum í Havn fríggjadagin 3. apríl kl. 16.00.
Við lestrarkvøðu vegna tey lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini,
Janus á Ryggi - B.S.Sc lesandi í stjórnmálafrøði
Kristian Joensen - B.S.Sc lesandi í stjórnmálafrøði
Guðrið Krúnufjall - B.S.Sc lesandi í stjórnmálafrøði
Jóhanna Vágadal Joensen – BA lesandi í søgu
Maria Kristina Smith – BA lesandi í søgu