##med2##
Á tíðindafundi í dag hevur nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, kunngjørt nýggja venjaratoymið hjá A-landsliðnum hjá monnum.
- Eg havi presenterað nýggja toymið rundanum A-landsliðið og U21-landsliðið. Her eru fleiri, sum hava verið partur av landsliðsarbeiðnum fyrr, men sum nú hava nýggjan leiklut. Her eru eisini fólk, sum hava nýggjan leiklut. Millum annað Magni Mohr, sum er fysiskur venjari. Ein nýggja høvðuslækna í Jón Clementsen. Eg havi sjálvur tikið tveir svenskarar við. Tann eini er Richard Dahan, sum verður høvðusfyrioterapeut. Síðani havi eg eisini tikið mentala venjaran, Igor Ardoris, við, sigur Håkan Ericson í samrøðu við FM1.
- Vit skulu arbeiða tætt saman, og vit hesum hava vit møguleika at arbeiða við hópinum sum heild, men eisini við einstaklingum. Eg haldi at ungir spælarar í dag vilja eisini hava eina ætlan fyri einstaklingin, um hvussu tú kanst blíva betri. Tað skulu vit eisini gera fyri teir, sum vilja, sigur føroyski landsliðsvenjarin víðari.
Nýggja venjaratoymið telur eisini Eli Hentze, sum er hjálparvenjari. Sigfríður S. Clementsen og Jógvan Martin Olsen skulu hyggja nærri at mótstøðuliðunum saman við Áka Johansen og Pæturi S. Clementsen.