Atlantic Airways mælir frá, at Vága Floghavn hækkar fleiri avgjøld í sambandi við flúgving um flogvøllin í Vágum, tí hetta fer at minka um áhugan at flúgva um flogvøllin
?Hóast avgjøld til Vága Floghavn ikki eru hækkað seinnu árini, eru samlaðu inntøkurnar til Vága Floghavn øktar munandi, tí talið á ferðafólki um Vága Floghavn er vaksið nógv, eins og Vága Floghavn hevur fingið munandi inntøku burtur úr sáttmálanum um tollfría sølu í Vágum.
Harumframt rinda tey ferðandi ein beinleiðis skatt í landskassan upp á 130 kr. gjøgnum ferðavgjaldið, sum ikki verður broytt, nú avgjøld til Vága Floghavn eftir ætlan hækka.
?Tá gjøldini fyri at ferðast um flogvøllin hækka munandi, er tað beinleiðis í andsøgn við ynskini um at skapa meiri ferðslu, fortreytir fyri bíligari flogferðum og meiri fjøltáttaðum ferðasambandi við umheimin.??Ásetingin um hægri avgjøld fer at hava við sær:??- dýrari ferðaseðlar fyri hvønn einstakan ferðandi?- Føroyar fara at teljast millum londini í Evropa við dýrastu avgjøldunum?- færri ferðandi úr Føroyum vegna hægri prísir?- færri ferðandi til Føroya, tí kappingarførið mótvegis øðrum alternativum ferðamálum er versnað?- minkandi umsetning og inntøku í føroyskari ferðavinnu sum heild??Í uppskotinum til broyting í avgjøldum er lagt upp til eina hækking upp á 55 kr. fyri hvønn ferðandi í avgjøldum umframt aðrar hækkingar, sum eisini fara at tyngja flogvinnuraksturin.??Tá myndugleikarnir gera av at hækka avgjøld fyri tann ferðandi í Vágum ella í Kastrup, fer rokningin beinleiðis til tann ferðandi, sum tí upplivir hetta sum eina príshækking.??Royndirnar aðrastaðni vísa, at ein hækking av ferðaprísum upp á 10% elvir til minst líka stórt fall í ferðafólkatalinum ella størri. Slíkt tiltak fer tí at elva til fallandi inntøkur til Vága Floghavn, fallandi inntøkur til flogferðsluna og ikki minst eisini fallandi inntøkur í føroyskari gistingar- og ferðavinnu. Hetta hava mong onnur ferðamál í Europa skilt, og tí hava tey lækkað gjøldini og hækkað íløgurnar í marknaðarføring til tess at økja samlaðu inntøkurnar hjá øllum pørtum við einum vaksandi streymi av ferðafólki.??Tað er okkara sannføring, at verða uppskotnu hækkingarnar í avgjøldum sett í verk, so fer tað at kosta føroyska búskapinum inntøkur og arbeiði..??Í uppskoti eru eisini ásetingar um munandi hægri avgjøld fyri upplating av flogvølli og avgreiðslu av tyrluflúgving í sambandi við frálandavinnu.??Bæði hesi tiltøk fara at darva menningini av arbeiðsplássum kring flogferðslu. ??Atlantic Airways heitir tí á landsstýrið um ikki at seta hesar príshækkingar í verk ella at minka ferðaavgjaldið til landskassan samsvarandi, so kostnaðurin fyri hvønn einstakan verður tann sami sum fyrr.