Hákun givin a Tryggingini

Stjórin á Sjóvátryggingini seinastu fimm árini, Hákun Steingrímsson, er ikki longur í starvinum.

Hann hevur boðað frá, at hann nú gevst í starvinum, men tað er tó ikki stórvegis av viðmerkingum, sum hann vil geva hesum viðvíkjandi.
- Eg havi nú verið í starvinnum í fimm ár, og tí havi eg nú valt at leita mær aðrar vegir, sigur hann.
Hann sigur víðari, at uppsøgnin er latin í besta forstáilsi við leiðsluna í Tryggingarfelagnum, og at eingin av pørtunum hevur klamsað við hurðunum hesum viðvíkjandi.
Heldur ikki vil hann siga nakað um, hvørjar avbjóðingarnar eru, sum hann nú ætlar sær í holt við.
- mørk