Háldan reiðari á fimm skipum

- Hetta er eitt gott skip, og vit eru ógvuliga glaðir fyri keypið. Reynsatindur er pussaður upp og klassaður á skipasmiðjuni MEST í Havn, sigur reiðarin. Nú Háldan Gudmundsen og aðrir í Vágum hava keypt línuskipið West Freezer, sum nú kallast Reynsatindur, eiga teir tilsamans fimm skip.

Umframt Reynsatind, eru trý onnur fiskiskip, Venus, Havbúgvin og Vesturtúgva. Haraftrat er standby-skipið, Mars Chaser, sum er í oljuvinnu í Angola.

Háldan Gudmundsen sigur, at nú Reynsatindur ætlandi fer til fiskiskap í morgin, er skipið í góðum standi.

- Hetta er eitt gott skip, og vit eru ógvuliga glaðir fyri keypið. Reynsatindur er pussaður upp og klassaður á skipasmiðjuni MEST í Havn, sigur hann.

Reiðarin heldur, at útlitini eru hampiliga góð, nú tað vísir seg, at toskurin av álvara gongur inn aftur í fiskiskapin, og útlitini við hýsuni eru ikki verri, enn tey hava verið í longri tíð.

Vit kunnu leggja aftrat, at Reynsatindur upprunaliga var heimahoyrandi í Klaksvík undir navninum, Pison.

Myndin av Reynsatindi er tikin við Vestaru Bryggju í Havn í morgun.