Ungdómsdansur
Klaksvík: Jan Gardar, sum rak Lognbrá, dansistaðið fyri ung undir 18 ár, í Klaksvík, sigur, at tá ið Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at tað er ongin áhugi at skipa fyri dansi fyri ungum í Klaksvík, so er tað ikki heilt rætt. Tað er áhugi fyri tí, men har er onki høli til taks. Jan og aðrir, sum hava roynt at fáa eitt dansistað upp á føtur í Klaksvík, siga, at teir hava tosað við bæði núverandi býráð og tað býraðið, sum sat áðrenn, um trupulleikan, men tað tykist, sum ongin loysn er á málinum.
Arbeitt longi við málinum
Teir hava havt eitt upplegg um at gera gamla spinnaríið uppi við Borðoyarvík til eitt diskotek. Uppskotið var, at teir skuldu skipa fyri ístandgerð og rinda allar útreiðslur ið standast av hesum, meðan Býráðið skuldi syrgja fyri eini niðankoyring til húsið, men undanførslan hjá Klaksvíkar Býráð hevur verið, at tað er eitt ídnaðarøki, og tað tí ikki hóskar seg at hava dans har, sigur Jan Gardar.
- Vit hava ikki fingið nakað meira ítøkiligt svar enn hatta, hóast vit hava rykt eftir tí í langa tíð nú.
Jan og teir hava ikki bert spurt á spinnarínum, teir hava verið nógva aðrastani eisini, men tað sær ikki út til, at nakað kann lata seg gera. Jan og co. ynskja, at kommunan útvegar, ella í øllum førum hjálpir til við at finna, eini hóskandi høli til hetta endamálið.
- Eg hevði so avgjørt hildið fram við diskotekinum, um høli vóru til taks, sigur Jan Gardar, sum heldur, at tey ungu hava verið sera tolin viðvíkjandi hesum máli.
- Eg var bangin fyri, at okkurt líknandi fór at henda beinanvegin aftaná at Lognbrá lat aftur.
Kommunan ikki útvega høli
Hinvegin sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, at tað er ikki uppgávan hjá kommununi at finna høli til at hava dans í. Men hann er samdur í, at tað er hølisspurningurin, sum er tann heilt stóri trupulleikin í hesum málinum.
- Vit hava enn ikki funnið nakað hóskandi høli til ætlaða ungdómshúsið, sum vit hava arbeitt við nú í skjótt eitt ár. Tað má vera eitt trygt stað, har tey ungu kunnu halda til undir skipaðum eftirliti, tí at um nakað hendi, og trygdin ikki er í lagi, so... ja, eg orki ikki at hugsa um tað. Tí tekur tað so langa tíð at finna eitt hóskandi høli.
Tað letur sostatt til, at spurningurin um eitt høli til ungdómin í Klaksvík næstan ikki er til at loysa, men heldur vorðin ein bóltur, ið verður kastaður í millum almennar myndugleikar og privatpersónar.