Høllin á Hálsi nýggja góðkenning

Endamálið er at betra umstøðurnar fyri størri tiltøkum, og harvið betra um møguleikarnar at hava konsertir í Føroyum

Í løtuni eru tey í ferð við at leggja seinastu hond á arbeiðið, sum skal tryggja, at høllin framyvir kann rúma 2.000 fólkum. Talan er um eina ætlan, sum stavar frá 1992, tá Smokie hevði eina konsert, har mett var at eini 3.000 fólk vóru í høllini, hóast høllin tá, eins og í dag, einans hevði góðkenning til 1.600 fólk. Talan er um at gera 3 nýggjar neyðhurðar, umframt at betra er um gomlu hurðarnar, soleiðis at panikkur ikki skal taka seg upp, um tað brádliga gerst neyðugt at tøma høllina fyri fólki.

Í sínari tíð varð ein verkfrøðingur settur at taka sær av málinum. Ætlanin varð tó ikki gjøgnumførd á sinni, við tað at fíggjarligar umstøður ikki vóru til hetta, men nú er so fyrsti parturin av ætlanini um at verða liðugur. Tað resta einans nakrir smálutir í, og tá hetta er komið í rættlag, skal høllin sýnast av avvarandi myndugleikum. Væntandi verður hetta ikki nakar trupulleiki, við tað at myndugleikarnir hava bæði sæð og góðkent upprunaligu ætlaninina.

Birgir Sondum, hallarvørður, greiðir frá, at tá størri konsertir verða hildnar, liggur Break-even, markið sum oftast eitt stað ímillum 1.000 og 1.400 fólk. Við Break-even verður meint við talið av seldum atgongumerkjum, sum skulu til fyri at tiltakið skal kunna hvíla í sær sjálvum. Hetta ger sjálvsagt at tað er sera torført hjá fyriskiparum at fáa nakað burtur úr sjálvir, tá konsertir verða hildnar, og skuldi nýggja góðkenningin tískil betra møguleikarnar fyri at hýsa fleiri størri tiltøkum her á landi. Fyrsta tiltakið við nýggju góðkenningini verður væntandi fríggjakvøldið 5. november, og er hetta umrøtt aðrastaðni í blaðnum í dag.

Arbeiðið sum nú er gjørt, verður mett at kostað einar 100.000 kr., og verður hetta fíggjað gjøgnum dagliga raksturin av høllini.