- Eg haldi sjálvur, at badminton er ein sera góður ítróttur. Her er jú eingin skiftibonkur, so tú sleppur at spæla so leingi sum tú vilt.
- Man er “on” alla tíðina, sigur Jákup, nú hann er komin eitt ørindi í høllina, sum verður tikin í brúk í summar.
Júst hetta er eisini ætlanin, - at limirnir í felagi hansara skulu sleppa, nú tað líður so væl við byggingini av hesi stóru og væl útgjørdu høllini á ítróttarøkinum í Klaksvík.
Sjálv høllin er 48 metrar til longdar, og tað merkir at gott pláss er handan bæði málini. Kostnaðurin er mettur til 15 mió kr.
Seinni í summar verður høllin tikin í nýtslu, og tað er ikki frítt, at fólk í Klaksvík eru spent til henda dagin.
- Tað hevur ikki staðið á at leiga vallirnar út til okkara limir. Tímarnir ganga sum heitt breyð, sum Jákup Anthoniussen brosandi tekur til.
Í síðstu løtu
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Badmintonfelagið hevur havt ætlanir um eina høll til virknu limir sínar.
Tað munnu vera eini 20 ár síðani, at Mikkjal og Jákup Mikkelsen sum tá stóðu á odda fyri felagnum, arbeiddu ídnir fyri at fáa bygt eina slíka høll. Hetta eydnaðist ikki tá, hóast teir vóru komnir rættiliga væl áleiðis við ætlanini.
- Sum eg havi skilt tað, datt ætlanin á gólvið í allar seinastu løtu. Tað var eitt øgiligt spell, at hon ikki kom tá, staðfestir Jákup.
Ikki fyrrenn í hansara tíð sum formaður, skuldi tað altso eydnast. Og um fáar vikur sleppa teir spentu badminton-spælarnir at royna seg á fyrsta sinni.
Við arbeiðsgongdini sum nú er, verður miðað eftir at høllin skal verða liðug um ólavsøkuleitið. Tó er ætlanin at hava hana opna nú á norðoyastevnu, soleiðis at fólk kunnu koma inn at eygleiða byggingina og fáa eina meting av, hvussu góðar umstøðurnar fara verða.
- Byggisáttmálin sigur kortini, at hon skal verða liðug 21. september - eitt ár aftaná at arbeiðið byrjaði.
- Men teir hava allatíðina satsað uppá, at hon skuldi verða liðug áðrenn tíðina. Og nú vænta vit, at tað fer at halda, sigur Jákup, ikki sørt spentur.
Fleiri vøllir í einum
Nýggja badmintonhøllin í Klaksvík er útgjørd við øllum tí, sum krevst til eina slíka høll anno 2007.
Hinvegin er ikki bert ætlanin, at badminton skal spælast í høllini. Hon skal somuleiðis kunna hýsa mongum øðrum ítróttargreinum.
Hetta sær ein best, um hugt verður eftir sjálvum vøllinum sum er 40 metur langur og 20 metur breiður: Her liggur fyrst ein hondbóltsvøllur, tí Team Klaksvík fer at halda til her.
Inni á vøllinum liggja haraftrat fimm badminton-vallir og tríggir vallir til flogbólt sum flogbóltsfelagið Mjølnir fer at gera brúk av.
Felags fyri hesi trý feløgini - Team Klaksvík, Badmintonfelagið og Mjølnir er - at tey ongatíð hava átt tak yvir høvdið. Saman við teimum er eisini felagið Treystið, ið tekst við frælsan ítrótt, við í ætlanini.
- Hesi feløgini hava altíð havt sera vánaligar umstøður. Men nú er hesin trupulleikin burtur, slær Jákup fast.
Rørslutarnað vælkomin
Tað er tó ikki bert á sjálvum vøllinum, at feløgini í Klaksvík fáa betri umstøður. Umstøðurnar til arbeiðið í sjálvum felagnum verða eisini munandi betri.
Uppi á teirri einu balkongini eru gjørd høli til fýra skrivstovur. Hesar fara Treystið, Mjølnir, Norðoya Frítíðarráð og Badmintonfelagið at fáa nyttuna av. Eitt høli er somuleiðis gjørt til dómararnar.
Millum hesar skrivstovurnar er eitt innvik, har ætlanin er at skipa eina minni kaffistovu, har fólk kunnu keypa sær ein kaffimunn meðan dystir eru á vøllinum ella venjing er á skránni.
Tað sum kortini man gera hesa høllina til ta best egnaðu til øll fólk - rørslufør og rørslutarnað - er stóra lyftin í niðara endanum.
Henda lyftin fer at geva teimum rørslutarnaðu møguleikar at sleppa til allar dystir - og at síggja hesar dystir, bæði fram við sjálvum vøllinum, men eisini frá balkongini um áhugi er fyri tí.
- Tað er helst eingin onnur høll í landinum, sum hevur so góðar sømdir til tey rørslutarnaðu sum júst henda, sigur Jákup ikki sørt errin.
1000 áskoðarar
Uttan góðar umstøður til áskoðararnar er høllin ikki fullkomin. Hetta hava Jákup og hansara fólk sjálvandi eisini hugsað um.
Á báðum síðum verður gott pláss til tey, sum í framtíðini fara at hyggja eftir dystum av ymiskum slagi.
Í niðaru síðuni verða fimm røð av setrum til áskoðararnar. Roknað verður í miðal við, at tveir áskoðarar kunnu sita fyri hvønn meturin.
- Saman við áskoðaraplássunum á hinari síðuni og við balkongini meta vit, at eini 8-900 fólk - kanska heilt upp ímóti 1000 - sleppa inn her samstundis, sigur formaðurin í Badmintonfelagnum.
Spentir badminton-spælarar
Klaksvíkar Badmintonfelag er í dag at meta sum eitt virkið felag.
Eitt er tað, at felagið er farið undir hesa stóru byggiætlanina, saman við øðrum feløgum. Men Jákup og hini í felagnum kunnu somuleiðis fegnast um, at nógv spæla badminton í løtuni.
Onkutíð hevur limatalið táttað í tey 100, men hevur sum skilst ongatíð verið niðanfyri 50. Tað góða er, at millum tey virknu í felagnum eru eini 30 ung, sum eisini luttaka í m.a. FM-kappingum.
Felagið hevur øll árini virkað undir skiftandi umstøðum. Í Klaksvík er bert tann eina ítróttarhøllin - KÍ-høllin - og hon er farin at nærkast teimum 40 árunum. Nógv virksemi í Klaksvík, og pláss er ikki fyri øllum hesum ítróttarliga virkseminum í hesi einstøku høllini.
Seinni í ár fáa so limirnir í Badmintonfelagnum umstøður, sum teir nærum bert høvdu droymt um fyri einum ári síðani.
Sum nevnt aðrastaðni er áhugin fyri badminton alsamt vaksandi í Klaksvík. Nýggja høllin fer helst at gera henda áhugan enn størri.