Tað er fitt av kava komið niður og samstundis er kalt, niður í trý kuldastig onkustaðni, so tað er hált um alt landið í morgun, sigur Landsverk.
Tey hava grivið og tað er koyrandi alla staðni, men Landsverk sigur, at líkindini eru vánalig á Oyggjarvegnum og á Gjáarvegnum, so har heitir Landsverk á bilførarar um at ansa sær.