Hálvt marathon í Havn

Hóskvøldið verður kappast á 21,1 km drúgva teininum í Havn
Tað er Bragdið, sum skipar fyri kappingini, ið byrjar klokkan 18, og sum endar á Bursatanga.
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka.
Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1961-1989) og veteranar kvinnur og menn, tað eru tey sum eru 45 ár ella eldri (f. -1960). Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.athletics.fo í seinasta lagi mikukvøldið 10. mai.