Hesin einvegis politikkur fer fram eitt hálvt ár eftir, at danski
forsætisráðharrin í setanarrøðu síni á Fólkatingi legði upp til neyvari
samstarv á verju- og uttanríkispolitiska økinum, har Føroyar enntá skulu
fáa avgerðarrætt í viðurskiftum, sum snúgva seg um Føroyar.
Men finnast skal ikki bara at donsku stjórnini fyri at reka gamlan
hjálandapolitikk. Sambært tí sum kom fram í síðstu viku, fekk
landsstýrið síðsta summar at vita frá verjumálaráðnum, at tørvur var at
seta í gildi nakrar verjupolitiskar lógir í gildi fyri Føroyar.
Somuleiðis fekk landsstýrið eina frágreiðing um lógirnar.
Men landsstýrið hevur ikki viðgjørt málið. Hví, vita vit ikki, men tað
virkar ógvuliga løgið, at løgmaður hevur ligið á málinum í eitt ár og
ikki viðgjørt málið politiskt. Víst hava vit lítið at siga á
hernaðarliga økinum, men tað ber heldur ikki til, at vit bara yppa øksl,
og siga, at á hasum øki hava danir alt vald kortini.
Siðvenja er, at danska stjórnin sendir mál umvegis Ríkisumboðsmannin til
landsstýrið, sum viðger lógir ella uppskot og leggur tað fyri Løgtingið
til støðutakan. Men í hesum føri er hvørki landsstýrið ella Løgtingið
spurt, áðrenn danska stjórnin einvegis setir nakrar lógir í galdi fyri
Føroyar eisini. Í hvussu so er, hevur hvørki landsstýri ella løgting sagt
ja.
Eitt annað, sum vit eiga at hava í huga í samband við hernaðarliga
revsilógina, er, at Løgtingið fyri umleið hálvumøðrum ári síðani mælti
til at seta gomlu hernaðarligu revsilógina úr gildi, men samstundis sum
henda verður sett úr gildi, verður ein nýggj kroyst niður yvir føroyska
heimastýrið. Kann tað ikki hugsast, at danskir myndugleikar siga, at ein
hernaðarlig revsilóg má galda fyri Føroyar, soleingi, sum danir og NATO
hava hermenn her?
Hetta er harmiligt, og staðfestast má, at tann seinasta avgerðin hjá
stjórnin er ikki fremur samstarv, og er ikki í samljóð við siðvenjuna,
sum hevur verið undir føroyska heimastýrinum. Vónandi kann uppskotið til
samtyktar hjá Javnaðarflokkinum gera tað, at fleiri upplýsingar koma
fram í hesum máli.