Í morgun kom tíðindaskriv frá Føroya Tele, har teir boða frá, at fleiri enn tíggjunda hvørt fólk á fyritøkuni er uppsagt. Talan er fyrst og fremst um montørdeildina, umframt hesi eru eisini fólk hjá nummarkallið sagt úr starvið. Uppsagnargrundin er rationaliseringar á Føroya Tele, har teir merkja, at marknaðurin innan vanliga virksemi hjá fyritøkuni er um at vera mettaður.
- Vit síggja at marknaðurin er um at vera mettaður og kappingin er hørð, so vit hava valt at rationalisera í góðari tíð, greiðir Kristian Davidsen frá.
Sleppa dupultfunktiónum
Sambært stjóranum á telefyritøkuni, er talan í stóran mun um at sleppa dupultfunktiónum, og harvið leggja báðar montørdeildirnar saman.
- Tað hevur ofta verið soleiðis, at tveir montørar hava skula til at gera eitt arbeiði. Tað hevur verið ein, sum hevur gjørt tað, ið handlar um netið og ein annar hevur gjørt arbeiðið liðugt. Hetta skulu vit nú broyta, so arbeiðið gerst effektivari, sigur Kristian Davidsen. Eisini verður boðað frá, at alt graviarbeiði verður veitt undirveitarum.
Ansni á nummarkall
Í tíðindaskrivinum, sum Føroya Tele sendi út í morgun, stendur, at trygdarfyritøkan Ansni skal fáa ábyrgdina av nummarkallið uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Kristian Davidsen sær tað ikki sum ein trupulleika, at ein trygdarfyritøka tekur sær av hesari tænastu.
- Ansni livir av at ansa eftir ognunum hjá øðrum, og vit hava vurderað, at teir er egnaðir at taka hesa uppgávu á seg eisini. Vit royna eisini at gera soleiðis, at tað vera somu fólk, sum fara í starv hjá Ansni, sum eru farin frá Føroya Tele, soleiðis at tey ikki vera slept heilt upp á fjall, sigur stjórin.
Sálarlig hjálp
Føroya Tele boðar eisini frá, at teir fara at veita uppsøgdu starvsfólkunum yrkis- og sálarhjálp í tann mun, tað er neyðugt. Spurningurin er bert, um tað ikki hevði verið betur at givið uppsøgdu arbeiðsfólkunum eitt sindur av løn heldur enn sálarliga hjálp.
- Vit meta, at vit við hesum tilboðið geva fólkunum møguleika at koma víðari. Høvdu tey fingið eina eyka mánaðarløn, hevði hon skjótt verið brúkt. Fáa tey hinvegin professtionella hjálp, kunnu tey koma víðari, og út aftur á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, metir Kristian Davidsen.