Hópuppsagnir á handilsligum rásum

Uppsagnirnar í SBS-radio eru so umfatandi, at tað næstan er ófatiligt. Ein ørgrynna av starvsfólkum eru uppsøgd hjá Voice Radio Bert ?Lille Lars? er eftir á donsku útvarpsrásini Voice, eftir hópuppsagnirnar í dag.

 

Tað eru keldur innan leiðsluna hjá SBS, sum hava vátta hesum fyri bt.dk

 

Helmingurin av starvsfólkunum hjá SBS Útvarpsrásunum Nova, The Voice og Radio City eru júst blivin uppsøgd.

 

Virkandi leiðari í SBS Radio Frederik Meyer sigur við Ritzau, at føstu útreiðslurnar hava verið ov høgar, og tískil fella útvarpsstøðirnar nú á knæ.

 

- Avgjøldini til Koda og Gramex hava verið ov høg, og vóru síðsta ár 40 prosent av umsetninginum hjá okkum. Vit hava bønað politikarnar um at minka um avgjøldini um tey framvegis vilja hava handilsligar rásir í Danmark, men einki er hent. Og nú vit finna okkum í einum fíggjarligum aldudali minka okkara lýsingainntøkur eisini, sigur Frederik Meyer við Ritzau

 

Við færri starvsfólkum fara útvarpsrásirnar frameftir at leggja størri dent á tónleik.