Reyða kortið, sum Pól Thorsteinsson fekk í seinasta landsdystinum, tá Føroyar leiktu móti Kekkia, fær nú umfatandi avleiðingar fyri føroyska landsliðið.
FSF fekk mikudagin fingið boð frá UEFA, og ikki kann sigast annað enn, at teir hava tikið málið í størsta álvara. Í skrivinum verður nevnliga fráboðað, at Pól fær leikbann fyrstu 3 dystirnar í HM-undankappingini, sum byrjar komandi ár. Grundgevingin hjá UEFA fyri hesum dómi er, at talan í teirra eygum er um harðskap á vøllinum!
Eftir landsdystin helt Allan Simonsen, landsliðsvenjari, at reyða kortið til Pól var óneyðuga hart dømt, og at dómarin heldur átti at givið Pól gula kortið.
Sjálvur heldur Pól dómin vera heilt burtur við. Hann viðgongur tó, at at hann royndi at fella Berger, men heldur ikki, at hetta hevði so øgiliga nógv upp á seg. Sjálvur hevur Pól ikki sæð tilburðin á video, men hann hevur longu sett seg í samband við FSF og biðið teir um at kæra dómin. »Hevði tað verið 3 reyða kortið hjá mær ella okkurt sovorðið, kundi eg skilt dómin, men hetta er alt ov galið« heldur Pól fyri, og leggur í sama viðfangi afturat, at hetta er fyrsta reyða kortið, sum hann nakrantíð hevur fingið.
Umframt langa leikbanni til Pól, hevur liðið sum heild eisini fingið eina bót, áljóðandi 5.000 Sveisar frankar, orsakað av óhøviskum atburði hjá leikarunum undir dystinum. Við hesum verður helst sipað til hendingina, har Pól fekk reyða kortið, tá fleiri av leikarunum harðliga mótmæltu dóminum, og har Jens Martin Knudsen fekk gult kort.
Ísak Mikladal, skrivari hjá FSF, sigur, at teir enn ikki hava tikið støðu til málið. Sjálvur hevur hann hugt eftir dystinum enn einaferð, men enn er sum sagt ikki tikin støða til eina møguliga kæru, sum skal vera UEFA í hendi í seinasta lagi leygardagin.
Duga ikki nóg væl
Verður hugt at seinastu landsdystunum hjá føroyska landsliðnum, ber kanska til at staðfesta, at vit ikki duga nóg væl at spæla sjónleik, tá vit eru út fyri støðum, har mótleikarar vísa ófantaligan atburð. Bæði tey reyðu kortini hjá John Petersen og Pól Thorsteinssyni kundu ivaleyst sæð øðrvísi út, um teir, ístaðin fyri at hevna seg, sýndu suðurlendskan atburð.
Í so máta eru vælkendu orðini »vit eru við fyri at læra« framvegis galdandi.
Ikki bara Pól
Tað er tó ikki bara Pól, sum hevur fingið harðan dóm frá UEFA. Eisini U18-landsliðsleikarin, Eyðvør Thomsen, hevur fingið 3 daga leikbann fyri hendingina, tá hon fyrr í hesum mánaðinum fekk reyða kortið í dystinum móti. Eyðvør hevur tó longu sitið ein av hesum dystinum yvir, við tað at hon ikki var við, tá Føroyska U-18 liðið leikti móti Moldova í somu undankapping.