Spurningar og svar um hárliting
Eru ávís sløg av kemiskari hárliting betur enn onnur?
Brúkararáðið í Danmark hevur skrásett 76 fólk, sum hava fingið skaða av at lita hárið. Merkini, sum tey høvdu nýtt, vóru Henkel, LÓreal, Wella og Goldwell, og umboða hesi merki nærum allan danska marknaðin av kemiskari hárliting. Brúkararáðið viðmælir tí onga kemiska hárliting.
Hvussu sæst, at talan er um kemiska hárliting?
Í hárliting, sum ikki kann vaskast úr, eru ofta illgrunaverd kemisk evni, so sum phenylendiamin, resorcinol, toluen 2,5 diamine. Um litingin er av tí slagnum, har tvey ymisk evni skulu blandast saman, er allarhelst talan um kemisk evni.
Er alt í lagið, um eg ikki reageri uppá allergiroyndina, sum stendur í brúkaravegleiðingini?
Allergiroyndin er eingin trygd í sjálvum sær. Tá mælt verður til at bíða í 48 tímar, fyri at vita um tú reagerar negativt, so er tað ikki nóg mikið. Húðlæknar meina, at tað kunnu ganga upp í átta dagar, áðrenn vit bróta út.
Er vandi fyri ovurviðkvæmi, tá eg altíð havi nýtt sama merkið av hárliting?
Vandin fyri ovurviðkvæmi minkar ikki av at nýta sama merkið altíð. Hetta kemst av, at ovurviðkvæmi verður bygt upp í kroppinum og kann bróta út nær sum helst.
Kann hárliting skaða ófødda barnið, um eg eri við barn?
Brúkararáðið vísir ikki aftur, at evnini frá hárliting kunnu fara út í blóðið, tí fleiri teirra eru eitrandi og verða upptikin gjøgnum húðina. Av tí at blóðið eisini kemur til ófødda barnið, eigur tú ikki at lita hárið, tá tú ert við barn. Um tú kortini ynskir at lita hárið, er best at nýta hárliting, ið leggur seg sum ein hinna um hvørt hárið. Slík liting er øðrvísið enn tann, sum verður blandað við hydrogenperoxid, og sum treingir inn í hvørt hárið.
Er tað vandamikið at strípa hárið?
Brúkararáðið hevur staðfest bæði ovurviðkvæmi hjá nógvum fólki og at hárið er dotti av, eftir at tey hava strípað sær. Brintoveriltan í sjálvum sær gevur ikki ovurviðkvæmi, men viðhvørt hava evnini, til at strípa hárið við, eisini litevni í. So sannlíkt er, at tað er litevnið, sum gevur ovurviðkvæmi.
Er tað tryggari at lita sær hjá frisørinum?
Nei, tað er ikki tryggari at lita sær hjá frisørinum. Øll sløg av kemiskari hárliting eru trupul, hvat ovurviðkvæmi viðvíkur, tað verið seg Wella og Goldwell frá frisørinum og Henkel og LÓreal til at nýta heima.
Eru aðrir valmøguleikar enn kemisk hárliting?
Plantuhárliting er ein annar møguleiki. Plantuhárlitingin leggur eina hinnu um hvørt hárið, meðan kemiska litingin treingir inn í sjálvt hárið. Tó er neyðugt at kanna um hárliting, sum til dømis henna, inniheldur evni Lawsone, sum er undir illgruna fyri at vera krabbaelvandi. Spyr í handlinum um tey hava plantuhárliting, sum ikki inniheldur Lawsone.
Kelda: Danska Brúkararáðið