Húsalánsgrunnurin, sum vit hava kent hann í mannaminni, hevur nú fingið nýtt navn.
Grunnurin eitir nú Bústaðir -Føroya bústaðafelag og umframt virksemið, sum er á Húsalánsgrunninum, skal Bústaðir eisini hava ein týðandi leiklut á bústaðamarknaðinum.
Stjórin á Bústøðum, Andras Róin, staðfestir, at politisk semja er um, at bústaðamarknaðinum hevur brúk fyri størri, fjølbroyttari, betri og bíligari útboði av bústøðum.
Semja er eisini um, at eitt fjøltáttað og smidligt bústaðaútboð er ein fortreyt fyri, at fólk støðast og at fleiri koma afturat.
Lógin um Húsalánsgrunnin frá oktober 2011 miðar eftir at gera nakað ítøkiligt við hetta og at gera grunnin føran fyri at fara undir hesa avbjóðing.
Endamálsorðingarnar fyri grunnin eru nú, at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað, at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum og at stuðla upp undir veðurlagspolitikk Føroya og at minka um orkutørvin á føroyska bústaðamarknaðinum.
- Bústaðir fara at virka fyri, at áhugafeløg og kommunur, saman við okkara bústaðafelag, útvega nýggjar, nýskapandi og hóskandi bústaðir, soleiðis at bústaðamarknaðurin sum heild verður betri og meira fjøltáttaður.
- Fyrstu stigini í hesum arbeiði eru tikin. Íbúðir verða í løtuni bygdar á Tvøroyri, og væntandi fara einar fimm verkætlanir afturat í gongd í ár.
Annars heldur virksemið, ið umfatar útlán og tey nýggju orkulánini, fram sum higartil.