Húsaprísirnir fara at falla

Yvirprísir, høg renta og vánalig útlit koma at viðføra at húsaprísirnir fara at falla. Fallið á húsaprísunum kemur fyrst at merkjast á summarbúðstøðunum, sigur norskur professari í búskapi.

Eg meti at prísirnir á summarhúsum verða hart raktir av fíggjarkreppuni, sigur professarin í búskapi á Norska Handilsháskúlanum - Ola H. Grytten., við NRK.

Fíggjarkreppan órógvaði alt í farnu viku, Oslo Børs hevur havt tær størstu niðurskrivingarnar síðani 1929 ? Tá vit hava gjaldføris-, fíggjar- og bankakreppu, tá verður tað kostnaðarmiklari hjá bankunum át lána pengar og tí fer rentan at fara upp, sigur Grytten.

Hækkandi renta og yvirprísur á húsamarknaðinum viðføra samanlagt, at eftirspurningurin og prísirnir falla og harvið kemur húsamarknaðurin eisini í kreppu, leggur hann afturat.