Seinastu 25 árini er fólkatalið í Húsavíkar kommunu minkað rættiliga nógv, og í Húsavík býr í dag júst sama tal av fólki, sum búði í Dali fyri 25 árum síðan.
Hyggja vit í yvirlit hjá Hagstovu Føroya, síggja vit, at fólkatalið í Húsavíkar kommunu hevur verið minkandi í nógv ár, men síðan 1. januar 2015 hevur fólkatalið staðið í stað við 117 íbúgvum.
Í tølum hevur gongdin verið henda: 1. januar 1990 (189 fólk), 2000 (152), 2010 (126), 2015 (117) og 1. august 2016 (117).
Gongdin í bygdunum, Húsavík og Dali, hevur verið á leið hin sama, og hesi árini eru báðar bygdirnar nógv minkaðar í íbúgvaratali.
Hin 1. januar í 1990 búðu 114 fólk í Húsavík og 70 fólk í Dali, og 25 ár seinni - hin 1. januar í 2015 - búðu ávikavist 70 fólk í Húsavík og 34 fólk í Dali.
Hóast afturgongd í fólkatalinum hesi árini, er íbúgvaratalið á Skarvanesi vaksið. Her búðu 5 fólk í 1990 - men 13 fólk 25 ár seinni.
Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, vísir á, at síðan 2015 hevur fólkatalið í kommununi staðið í stað.
- Onkur er fallin frá, og onkur børn eru fødd, men tilflyting er eingin, sigur borgarstjórin.