Leygarkvøldið 11. juli klokkan 19 verður stovnandi aðalfundur av einum Háskúlafelag í Ísansgarði á Sandi. Felagið verður eitt stuðulsfelag hjá Mat & Moldmentanarháskúlanum, sum er virkin á Sandi.
Hetta kvøldið bjóðar Háskúlin til eina hugnaliga løtu, har eisini okkurt smakkgott verður at fáa, eins og kunnað verður um skúlan og gongdina higartil.
Endamálið við áhugafelagnum, sum verður stovnað leygarkvøldið, er, at felagið skal standa saman um skúlan og tryggja, at skúlin hevur góð kor og røkkur sínum endamáli.
- Hetta felag fer eisini at velja størsta partin av stýrinum fyri skúlan og øll, sum vilja, eru hjartaliga vælkomin at gerast stovnandi limir í Háskúlafelagnum, siga tey í stýrinum fyri Mat & Moldmentanarháskúlan.
Tað er ikki á hvørjum degi, at háskúlafeløg verða stovnað í Føroyum. Seinast var hin 1. apríl í 1912, tá Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað.
Í endamálsgreinini hjá Háskúlafelagnum á Sandi stendur, at felagið skal virka fyri og stuðla upp undir virksemið hjá Mat & Moldmentanarháskúlan, eitt nú við at –
* styrkja og halda viðlíka samhaldið millum næmingar sínámillum og háskúlan
* styðja háskúlan so mikið, sum felagið er ment og hevur evni til
* birta til samstarv millum háskúlan og nærumhvørvið
* styðja hugsjónina um burðardygga føroyska framleiðslu og sjálvsveiting
* verða við til at savna og breiða út vitan um føroyskt náttúrutilfeingi
- Komið og standið saman um ein heilt serligan skúla, er áheitanin hjá stýrinum fyri Mat & Moldmentanarháskúlan, sum fer at stovna sítt áhugafelag leygarkvøldið í Ísansgarði á Sandi.
##med2##