Háskúlin 120 ár: Fólkafundur í Føgrulíð

Nú eru longu 10 ár liðin síðani fólkafundur seinast var í Føgrulíð. Tá var nógv fólk komið saman til 110-ára-haldið, og tiltakið eydnaðist avbera væl. Flestu vóru til gongu, meðan onnur komu við báti. Vónandi kemur nógv fólk saman í Føgrulíð Hvítusunnudag kl.15, nú Háskúlin verður 120 ár í ár.


Á skránni verður m.a:
- Felagssangur
- Horntónleikur
- Tónleikaframførsla við Jógvan Andrias Joensen og Hanus Johansen
- Annika Waag og Heini Gaard flyta fram røðu


Í samband við fólkafundin koyrir bussur frá vatnbrunnunum og niðan á Háls frá kl.13.30. Eisini eftir fundin koyrir bussur.
Stigtakarnir minna á, at gott er um fólk hava ein heitan drekkamunn við sær.