Húslánsgrunnurin keypt øki til íbúðir

Húsalánsgrunnurin hevur ognað sær eitt 8000 fermetra stórt øki til íbúðir, sum fyrst og fremst eru ætlaðar eldri fólki og kanska eisini rørslutarnaðum og yngri, ið bert búgva har eina tíð.

Húsalánsgrunnurin hevur leingi havt ætlanir um eittnú eldraíbúðir, men ein treyt fyri slíkum er, at hesar liggja ikki í útjaðaraøki. Hetta ger ikki ætlaninar lættari, tí øki inni í býnum er ikki lætt at fáa, men nú hevur eydnast grunninum at finna eitt 8000 fermetra stórt øki nærhendis Dalavegnum í Havn.

Húsalánsgrunnurin hevur leingi ligið fram við, fyri at fáa hóskandi øki til íbúðarbygging til eldri, rørslutarnað og møguliga leiguíbúðir til ung.

Jóannes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum sigur, at hetta er í ásannan av, at mong elri fólk sita í stórum húsum, ið eru tung at umsita og at áhugin millum hesi at flyta í okkurt minni og lættari er stórur.



Áður verið fammi

- Hetta eru ætlanirnar, sum áður hava verið frammi um alternativa bygging, har vit ætla at byggja smærri eindir til eldri fólk og møguliga yngri og rørslutarnað, men enn eru vit ikki liðug at tekna, so vit fáa at síggja um hetta verður fyrst og fremst til eldri. Alt skal jú fáast at passa og byggingin skal lagast til lendi og so framvegis, men vit arbeiða við hesum, sigur Jóannes Dalsgarð.

- Okkara politikkur snýr seg um at byggja til eldri, rørslutarnað og eisini yngri, sum bert hava hetta sum bústað eina tíð, sigur Jóannes Dalsgarð.

Talan er bæði um íbúðir til ognar og eisini um leiguíbúðir.

Jóannes Dalsgarð sigur, at hetta er vegurin, ið ætlanin er at fara í framtíðini og at hetta er politikkurin hjá Húsalánsgrunninum, sum roynir at útvega sær hóskandi øki, um prísurin annars er rímuligur.

-Vit halda, at hetta manglar sum eitt tilboð til eldri, fyri at tey hava møguleika at fara úr einum stórum húsum, sum tey ikki klára at umsita, og inn í okkurt minni, sum liggur í onkrum slag av felagsskapi, soleiðis at umsiting og slíkt er lættari, sigur Jóannes Dalsgarð.


Tørvur

Húsalánsgrunnurin hevur verið við til at bygt hús síðani 1964 og fram til 1993 - 94, tá kreppan gjørdi vart við seg.

- Síðani hava vit jú mett um støðuna, og hava funnið útav, at nóg mikið av stórum húsum eru. Nógv ynskja at sleppa úr hesum húsum, men hava einki at fara í. Vit meta, at ístaðin fyri at byggja fleiri stór hús, so er betri at gera hin møguleikan fyrst, fyri at loysa tey, sum vilja úr húsunum. Hetta í ásannan av, at hetta er ein tørvur, tað manglar, og tað er okkara uppgáva og eisini er politiskt viðhald. Landstýrismaðurin í íbúðarmálum hevur somu støðu, sigur Jóannes Dalsgarð.

Í Havn hevur Býráðið eisini verið frami við stuðli til slíkar ætlanir og gomlu ætlanirnar um eldraíbúðir á Skálatrøð eru vaknaðar aftur.


Broyta hugburð

Ætlanirnar eru ikki nýggjar.

- Vit hava verið frammi við hesum fyrr. Ætlanin er at fáa fólk at broyta hugburð við húsbygging og íbúðarviðurskiftum og eg haldi fólk hava tikið øgiliga væl ímóti ætlanunum um eldraíbúðir, men tað hevur tikið okkum tíð at koma í gongd við hetta, tí vit hava ikki havt lendi og tað hevur verið trupult at fáa hendur á, av tí at tað skal ikki liggja í útjaðaranum, tá talan er um íbúðir til eldri fólk, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum