Hátíðarhalda heimasíðu

Í dag klokkan 14:01 kunnu tey í Kringvarpinum há­tíð­ar­halda, at høvuðssøgan á heim­a­síð­uni hjá stovninum hev­ur staðið ovast á heima­síð­uni í eina viku.

Tí júst í dag klokk­an 14:01 er ein vika síðani, at Jógv­an Hugo Gardar legði út longu tá gomlu tíðindini um, at toftafólk fáa nýggjan í­bind­ing­ar­veg.

Haðani ynskja vit Kring­varp­inum ­til­lukku, hóast teir 18.380 brúkarar, sum hetta tíð­ar­skeið­ið hava vitj­að síð­u­na, helst kenna seg hildnan fyri gjøld­ur.

Kanska vit skuldu sagt sum við skó­mak­ar­an á sinni: Bliv ved din læst...