Hátíðarhalda øldina í Sørvági

Hósdagin 17. mars eru liðin 100 ár, síðan Sørvágs Ítróttarfelag varð stovnað. Dagurin verður hildin við bókaútgávu og stórari veitslu

Sørvágs Ítróttarfelag, SÍ, fyllir hundrað ár tann 17. mars. Dagurin verður hildin við stórari veitslu í fimleikarhøllini í skúlanum leygarkvøldið 19. mars. Eftir borðhaldið í skúlanum verður farið oman í dansistovuna, har tann í Føroyum heimskendi sørvágsbólkurin Tinganest fer at spæla til dans.
Sørvingar hava ikki so lítið at hátíðarhalda júst í hesum døgum. Fyri suttum vann flogbóltsmansliðið hjá SÍ steypakappingina, og seinasta vikuskiftið tryggjaði liðið sær eisini meistaraheitið. So teir kunnu av sonnum siga, at teir hava givið felagnum eina virðiliga føðingardagsgávu.
Hóast flogbólturin nú helst er tann ítróttargreinin, sum ger SÍ mest kent, var tað kortini til fótbóltsspæl, felagið í síni tíð varð stovnað. Seinni kom so kvinnuhondbóltur uppí eisini. Tó við navninum Dúgvan. Tað tykist hava veri vanligt, at soleiðis var. Hondbóltsfelagi hevði egið navn til kvinnuliðið, sum vit síggja enn í dag í bestu kvinnudeildini, har Klaksvíksliðið eitur Stjørnan, og sandavágsliðið eitur Søljan.
Og sørvingar gjørdu seg eisini galdandi sum fótbóltsleikarar. Teir vóru Føroyameistarar í 1947, og hava eisini vunnið onkra hondbóltskapping í aðru kvinnudeldini.
Seinni hava so fótbóltsliðini hjá felagnum eisini gjørt seg galdandi í lægri deildunum.
Í samband við hundrað ára dagin gevur SÍ út bók um søgu felagsins. Tað eru Erhard Jacobsen, sørvingur í Havn, og Esbern Joensen í Sørvági, sum hava skrivað og lagt bókina til rættis.
Bókin verður at fá ein av fyrstu døgunum og kann bíleggjast á bíleggingarlepa, sum verður at síggja í bløðunum. Kostnaður fyri SÍ bókina verður kr. 250,-.
Fyrireikararnir av hátíðarhaldinum í Sørvági vænta góða undirtøku. Eisini frá sørvingum, sum eru fluttir úr bygdini. Atgongumerkini til veitsluna verða at fáa í handlunum í Sørvági. Tey, sum ikki dagliga koma í handlarnar, eitt nú útisetarnir, sum tey siga í Sørvági, kunnu tryggja sær atgongumerki við at ringja til tlf. nr. 507419.
Av tí, at tey vænta rættiliga góða undirtøku, hava fyrireikararnir gjørt av at seta aldursmarkið fyri luttøku á veitsluni til16 ár.
Tað merkir tó ikki, at tey heilt ungu og børnini ikki sleppa upp í part yvirhøvur. Tí seinni í summar verða ætlandi onnur tiltøk, sum tey fara at sleppa við til.