Radioservice hevði saman við tveimum øðrum veitarum av navigatiónsútgerð ein bás á fiskivinnustevnuni í Runavík.
Málbólkurin hjá Radioservice er heilt einfalt øll tey, ið hava tørv á navigatiónsútgerð. Hetta er mest á sjónum, men onkur brúkari er eisini á landi.
Ólavur Christiansen stóð fyri básinum hjá Radioservice á stevnuni, og hann greiddi íðin frá teimum fyrimunum, ið vóru við at nýta ta hátøkniligu útgerðina, sum hann sýndi fram.
Sleppa undan at skræða
Sýnd varð fram útgerð, ið gav skiparum møguleikan at síggja eitt botnin í trimum dimensiónum, meðan siglt verður.
Hetta kann vera ógvuliga hent at hava í økjum, har trolarar ofta skræða. Um skipið siglir ígjøgnum økið áðrenn og skrásetir botnin á eitt botnkort ber til hjá skiparanum at stýra ígjøgnum økið, so at sleppast kann undan at skræða.
Ólavur Christansen sigur, at hetta er størsti fyrimunurin við at hava eitt slíkt nágreiniligt botnkort.
Tað eru kanska serliga trolararnir á landgrunninum, har teir ofta skræða, ið kunnu gera sær dælt av hesi nýggju tøknini.
Eisini kunnu teir á básinum vísa fram streymkort og veðurkort á teldu, so at tað er lættari hjá skiparum at taka hædd fyri veðrinum.
Knýta sambond
Fremsta endamálið við at luttaka á stevnuni er at fáa samband við nýggjar kundar, ið kunnu roynast góðir hjá fyritøkuni.
Ólavur heldur, at tað avgjørt fangar tey áhugaðu, tá teirra útgerð verður sýnd fram á slíkari stevnu. Hann sigur, at talan hevur verið um onkra avtalu, men einki endaligt.
Bæði føroyingar og útlendingar hava verið og hugt á básinum hjá Radioservice hesar dagarnar.