Í gjár kom fram, at Hans Hansen, flogovasti hjá Atlantsflog varð koyrdur úr starvi eftir at felagið fekk átalu frá Statens Luftfartsvæsen. Vit hava spurt Magna Arge, stjóra í Atlantsflog, hví einki hevur verið at frætt um hetta:
– Vit mettu, at talan var um eitt starvsfólkamál, sum ikki var alment. Slík mál eru altíð eym. Hans Hansen hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði fyri Atlantsflog øll árini, sigur Magni Arge.
– Hans Hansen var farin frá sum flogskipari fyri aldur, og eitt generatiónsskifti var á veg – og tað valdu vit at gjøgnumføra við hetta høvi, sigur Magni Arge.
Stjórin í Atlantsflogi heldur, at felagið hevur handfarið málið rætt. Spurningurin um álit millum operatør og myndugleika er heilt avgerandi.
- Vit kundu farið í eitt kjak við myndugleikan um málið, men í semju við fráfarna ovastan valdu vit ikki at gera tað, men heldur gjøgnumføra ættarliðsskiftið umgangandi, so álitið var hildið intakt. Tað hevði verið ein løgin takk at givið fráfarna ovastanum, sum síðani byrjan hevur verið ein hornasteinur í felagnum, um vit almannakunngjørdu hesa sak. Hon var avgreidd uttan drál, so felagið varðveitti síni góðu viðurskifti við myndugleikan, sigur Magni Arge.
Eftirfylgjandi kann hann staðfesta, at um tey høvdu sagt hetta tá, so var miðlastormurin ikki so stórur um hetta málið í dag.
Hans Hansen hevur enn ávíst tilknýti til felagið – eitt nú verður hann brúktur sum »ferjuflogskipari« – tað er at flúgva flogfør uttan ferðafólk.
Í Statens Luftfartsvæsen sigur kunningarstjórin, Torben Anker soleiðis.
– SLV hevur eftirlit við flogfeløgum í danska kongaríkinum, og tað var undir einum av hesum eftirlitum, at vit gjørdust varug við nøkur frábrigdi ella avvik í trygdini hjá flogfelagnum, greiðir Torben Anker frá.
– Hetta gjørdu vit síðani eina frágreiðing um, har vit vístu á nøkur ting, sum máttu fáast í rætt lag.
Hans Hansen boðaði seinni frá, at nú vóru hesi tingini rættað, men tað vísti seg ikki at vera rætt.
– Tá tað er soleiðis, at flogovastin sigur seg hava rættað nøkur ting, ið hann hevur fingið álagt, men ikki hevur gjørt tað at líka væl, so kunnu vit ikki hava álit á honum, og tað boðaðu vit leiðsluni hjá Atlantic Airways frá, sigur Torben Anker.
– Vit staðfestu so við stórum nøgdsemi, at Atlantic Airways handlaði beinanvegin og tók fylgjurnar av hesum.
Merkir tað, at flogovastin leyg fyri Statens Luftfartsvæsen?
– Nei tað merkir tað ikki neyðturviliga. Tað kann eins væl merkja, at flogovastin ikki hevði stýr upp á ella hevði tamarhald á sínum øki, sigur Torben Anker.
Hann sigur eisini, at støðan hjá Atlantic Airways við, at flogovastin varð koyrdur frá, er eitt gott dømi um, at skipanin riggar sum hon skal, har tann við evstu ábyrgdini mátti bøta fyri, at trygdin var í lagi.