Høvdu vatntanga undir gólvinum

Á Heimaey í Vestmannaoyggjunum er lítið vatn, og tí høvdu húsini fyrr stóran vatntanga, sum regnvatnið varð goymt í.

Á Heimaey í Vestmannaoyggjunum er lítið vatn, og tí høvdu húsini fyrr stóran vatntanga, sum regnvatnið varð goymt í. Soleiðis var eisini í nýggju húsunum, sum føroysku hjúnini, sum In.fo skifti orð við í gjár í Vestmannaoyggjunum, bygdu stutt fyri eldgosið í 1973.

 

Húsini hjá teimum fóru sum so mong onnur hús, tá veldugu náttúrukreftirnar knappliga fóru at leika í, og fólk á Heimaey noyddust at rýma frá húsi og heimi á miðjari nátt. Hjúnini høvdu júst bygt sær nýggj hús, men tey høvdu einki val og noyddust at rýma frá øllum tey áttu.

 

Stívliga 80 ára gomlu føroysku hjúnini, sum In.fo hevur skift orð við, siga, at eisini í teirra nýggju húsum tá var stórur vatntangi í kjallaranum, og tangin var á leið líka so stórur sum stovan. Regnið varð samlað á takinum og ført niður í tangan, sum ofta var undir stovugólvinum.

 

So lítið vatn bar oyggin, at fólk noyddust at hava vatntanga, og tá ið vatnið minkaði í tanganum, kom tangabátur út í oynna við vatni, sum bilar koyrdu og pumpaðu í tangan í húsunum. Neyðugt var tí altíð at spara vatn hjá fólki í Vestmannaoyggjum.

 

Seinni í tíðini hevur Heimaey fingið vatn í leiðingum innan av meginlandinum - júst á sama hátt, sum vatn í dag verður leitt av Skála-leiðini tvørtur um Skálafjørðin og yvir til Runavíkar. Tey fiskavirki, sum vóru í oyggjunum tá, høvdu vatngerara, sum gjørdi vatn úr sjógvi.

 

Viðhefta mynd er av einum gomlum vatntanga á Heimaey, sum fór í knús í 1973, tá tað fór at goysa so ógvusliga á Heimaey. Grótbræðingin legði mong hús í oyði og tað, sum mong tá stúrdu fyri, var, at grótbræðingin kundi oyðileggja innsiglingina og havnina í Vestmannaoyggjum.

 

Á myndini fæst eisini ein hóming av, hvar grótbræðingin steðgaði, og her eru ikki nógvir metrar eftir oman í frálíku náttúruhavnina sum Vestmannaoyggjar eiga. Hevði havnin í 1973 fylst við brennandi gróti, hevði neyvan nøkur fiskivinna verið í oyggjunum í dag.