Framgongd
Tvøroyri: Nú er tað aftur av álvara farið at ganga framá hjá Tvøroyrar Kommunu. Eftir at hon at kalla fór á Ørmundarhús í kreppuni, er nú so stór framgongd at hóma, at longu um trý, fýra ár verður skuldin ikki meir enn ein álíking.
Á býráðfundi mánakvøldið viðgjørdu Býráðið roknskapin fyri í fjør og hann vísti, at gondin í kommununi var betri á øllum økjum, enn væntað varð frammanundan, tí samstundis sum inntøkurnar vóru høgri, vóru útreiðslurnar heldur lægri.
Í fíggjarætlanini, sum løgd varð fyri 2001, varð mett, at kommunan fór at fáa 43,6 milliónir í inntøkum.Tað allarmesta av inntøkunum er sjálvsagt kommunuskattur, men eitt sindur er eisini havnagjald, rentur o.a.
Men tá ið avtornaði var inntøkan 45,5 milliónir, ella 1,9 millión hægri
Somuleiðis varð tað bíligari at reka kommuna enn mett var. Eftir fíggjarætlanin i skuldi tað kosta 26,2 milliónir at reka kommununa í fjør, men roknskapurin vísir, at í veruleikanum kostaði tað 1,7 millión minni, ella 24,5 milliónir.
Hinvegin gjørdi kommunan heldur ikki ætlar útbyggingarnar, sum hon ætlaði. Í 2001 bygdi kommunan út fyri 1,3 millión, men hon ætlaði at byggja út fyri 1,7 millión - ikki stór tøl hjá eini so stórari kommunu, men eitt prógv um, at kommunan enn er fíggjarliga hart spent.
Tað sæst eisini av, at í 2001 betalti kommunan 10,3 milliónir í avdráttum og 7,1 milliónir í rentu, ella tilsamana 17,4 milliónir í rentum og avdráttum.
Eftir ætlanini skuldi hon betala 16,4 milliónir
Alt hetta gevur eitt yvirskot í fjør upp á 2,3 milliónir. Skuldi tað hinvegin gingið sum eftir tølunum á fíggjarætlanini, hevði talan verið um eitt undirskot uppá 700.000 krónur.
Øll hesi tølini bera eisini í sær, at á nýggjárinum var skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu komin niður á 102,5 milliónir.
Tað svarar til 2,5 álíkingar.
Í nýggju kommunulógini verður lagt upp til, at kommunur skulu ikki skylda meiri enn eina álíkning. Heldur gongdin hjá Tvøroyrar Kommunu fram sum nú, er hetta málið rokkið um nøkur fá ár, tí longu um eini trý ár er skuldin komin niður á hálva aðru álíking, varð upplýst á býráðsfundinum mánakvøldið.
Býráðið samtykti annars einmælt at góðtaka roknskapin fyri í fjør.