HØVUÐSBORGIN ALVÁPNAÐ OG SKRÚÐKLØDD – PARÍS

Eftir vitjan í París á tjóðardegi Fraklands hugleiðir Tórbjørn Jacobsen, ráðharri í fiski- og tilfeingismálum, her um franska og føroyska tjóðardagin

tórbjørn jacobsen

 

Flestu lond hava sínar tjóðardagar. Ymiskt er hvussu teir eru íkomnir. Onkustaðni hevur atvoldin verið dagsetingin fyri lokið á stríðnum fram ímóti tjóðskaparpolitiskum frælsi, hjá okkum stríðið á Stiklastøðum og í Fraklandi byrjanin til eitt samfelagsligt stríð, sum tók dik á seg, táið fólkið í París leyp á Bastilluna 14. juli 1789. Byrjanin til endan hjá franska kongsveldinum, sum ikki kendi sín vitjunartíma og lat sosialu spenningarnar fara í resonans ímillum ovurmarglæti og svongdina hjá teimum fátæku. Álopið á fangahúsið miðskeiðis í París gjørdist katalysatorurin og sjálv ímyndin um helst størstu broytingina í Europa nakrantíð, samfelagið skalv í sínum grundvølli og broyttist fundamentalt og dagurin hevur síðani verið hátíðarhildin sum tjóðardagur Fraklands. Minnið og áminningin um ta stóru fronsku revolutiónina.

 

Ivaleyst halda fleiri, at møðin er fremmant fyribrigdi hjá politikarum, kropsliga kanska, men eftir fólkatingsval, løgtingsval, samgongusamráðingar og altíð hørðu byrjanina í nýggjum ministerium, alt eftir trífjerðingsári, hava mentalu akkumulatorarnir tørv á eini áfylling. Legði leiðina suður um Alpurnar, niðan í Provencedalin, har Napoléon reið á rossabaki niðaneftir, táið hann kom av Elbu og fekk ræði aftur í Fraklandi í 100 dagar. Við syðra fótin á meginfjøllum Europu, túsund metrar omanvert sævarmálan við Miðjarðar-havsins strendur, nógv umrøddu rivierurnar, las eg m.a. bókina um De Gaulle, generalin og forsetan, sum sviin Knut Ståhlberg so frágerða væl hevur skrivað. Eftir 14 dagar á skógvaksnu fjøllunum, við at kalla ongum telefonsambandi og ringum teldusambandi, tó onkur alnetskaffistova kom mær til hjálpar niðari í dalinum, var so mikið runnið á aftur, at tíðin var búgvin at taka tjaldpelarnar upp og leggja leiðina til mentanarligu, filosofisku, byltingarligu og politisku bráðpannuna hjá vesturlendsku sivilisatiónini – París. Moyarferðin til høvuðsborg fraklendinga var byrjað.

 

Tiltikna snartokið úr Nice smýgur sær sum ein dregil inn í landið. Sum var eldur í afturpartinum á honum. Heimsins kvikastu lunnavagnar havi eg hoyrt, og góðar fýra tímar seinri standa vit á jarnbreytastøðini. Hálvanannan sólarring fyri tjóðarhátíðina. Í París á fyrsta sinni, fýrati ár eftir heimsbyltingina hjá rabiatum ungdómum, sum ikki toldu tað gamla lagið longur, fingu stívnaðu skipanirnar í øllum samfelagsins liðum at ganga sundur, sum frá leið í øllum vesturheiminum, og tað er næstan ikki metandi um, hvønn leiklut Daniel Cohn-Bendit og hansara lagsbrøður á Nanterre og Sorbonne universitetunum hava havt á okkara ættarlið, sum nú hava runnið hálvan aldur.

 

Arkitektarnir hava verið pírnir við tummastokkinum, táið teir teknaðu hetta gistingarhúsið við tí paradoksala navninum Grand Hotel – Nouvel Opera. Táið viðførið er stúvað av vegnum upp ímóti bróstinum er at kalla bara songin eftir. Hon skal vera rekkja og virkisrúm, nú táið tráðleyst samband er komið at telduni aftur. Vorðið sum menning í hesum heimi, at sita í einum skoti úti undir væðingini so langt frá landi skotin og virka við øllum teimum førleikum, sum samstundis eru at finna á telduni á Heykavegi 6a, har føroyska ressourcuministeriið heldur til í einum metropoli, sum er ólíkur hesum, vit nú húsast í og sum liggur so fjarur í norðurhøvum. Sliskan inn í brúsuskápið er so trong, at tað er tógvið stríð at mýkja vøddar og glarfiti innanborða og neyðugt er at kíla seg av, eftir liðini, frammanvert spegilin, táið skeggstubbarnir skulu slípast burtur í dimmalættingini hvønn morgun. Vælsignað er tó, at býlið liggur bara eitt hanagleiv frá lokala vaglinum, har Bastillan einaferð stóð.

 

Nú er sunnukvøld og kákanin er øgilig, og sjálvt um ein tíanverri skilir lítið og onki av málinum tey tosa, so er hetta ímillum vakrastu mál, sum hoyrast av manna munni, so leikandi lætt og sum søtasti musikkur. Mær kemur til hugs nasalu úttaluna hjá Niels Juel og Ívari, táið teir søgdu okkum frá brøgdum teirra Charles de Gaulle, Georges Pompidou, André Malraux og Jacques Chaban-Delmas. Hetta var í tí tíðini, táið friður valdaði við døgverða- og náttverðaborðið, meðan pionerarnir løgdu lunnar undir eitt føroyskt útvarp á Bryggjubakka. Mær kemur eisini til hugs teir báðar Christian Haraldsen og Jóannes Dalsgaard, sum royndu sítt ítarsta at fáa okkum at leppa sum frægast burturúr teirra franska førleika. Í Hoydølum stutt eftir ungdómsbyltingina. Hugurin stóð til alt annað enn miðnám. Mest politikk og náttarlív. Haraldsen, sum var meinlíkur De Gaulle í skapi og emotionellari attitudu, royndi av øllum alvi at læra okkum Marseillaisuna, og eg gloymi ongantíð hansara flottu rødd: ”Allons enfants de le Patrie, Le jour de gloire est arrivé ! Contre nous de la tyrrannie, L´étendard sanglant est levé……….” Bastilleaftan, á eini fortúnsmatstovu fekk eg hesa áminningina um, hvat tjóðardagurin fór at opinbera fyri okkum av stórleika, tign og mæti. Eftir at hava pilkað vøddarnar úr einum heilum potti av kræklingum og skolað teir niður ígjøgnum vælindini við hesi leskiligu drúvusevjuni, sum fraklendingar øld eftir øld eru vorðnir ekspertar í at framleiða, gjørdi mann kál á eini kálvasneis úr Normandínum og síðan varð farið á gistingarhúsið, at fyrireika seg til avgerandi dagin. 14 juli. 219 ár eftir álopið á stóra spjellið í París.

 

Eru uppi í lýsingini. Tað ræður um at kvika sær, siga tey innanvert skivuna í kjallaranum. Eins og ígjárkvøldið eru fólk stunandi á ferð, og tað tykist, sum hevur alvápnaða løgregluvaldið lagt ein kjøtring kring høvuðsborg Fraklands, nú tjóðin hevur føðingardag. Við lurkum, skammbyrsum og táragassbumbum standa teir á hvørjum horni. Altíð tríggir saman, skuldi hóttafall komið á ódnina. Hesar vælsignaðu metro´irnar, sum bjarga metropolunum undan kaos og ruðuleika, flyta okkum í allar ættir, og tað gongur skjótt. Royna at koma úr býarinnar dýpum á støðini við Champs-Élysées, men tað ber ikki til. Ein jarnringur er lagdur um býarkjarnan yvir, í og undir býnum. Forsetin skal aka í opnum bili frá De Gaulle plássinum oman ímóti Concorde, og tað gongur sum rótasúpan millum mannamúgvurnar, at Bashar al-Assad forseti er komin allan hin langa teinin úr Damaskus til hátíðina. Sarkozy roynir aftur at alliera seg við gamla franska mandatøkið, - Sýrialand.

 

Ráðini frá konduktørunum í undirgrundarbreytini eru, at vit aka viðari fram á leið, og at vit skulu smoyggja okkum fram í dagsljósið aftur við hin stórfingna Sigursbogan, sum De Gaulle so spelkin kom marsjerandi ígjøgnum, táið teir sameindu og frælsisstríðsmenn Fraklands endurvunnu París frá týsku hertakarunum í 1944. Hernaðarparadurnar á einum sjónvarpsskíggja formáa sær lítið ímóti tí, sum her brestur í eyguni - live. Hernaðarísinkram í heimsklassa og ivaleyst hava fraklendingar smíðað tað mesta av hesum sjálvir. Tanks, hernaðarvognar, m.a. hjá ST-herliðunum, maskinbyrsur, revolvarar, løgreglubilar- og motorsúkklur og alvápnaðir menn á hestbaki. Íbúðirnar fram við Champs-Élysées avenýuni eru helst dustsúgvnar fyri alt ófrættakent materiel, og á tøkunum standa menn búnir til aktión, skuldi onkur leigumyrðmaður stungið seg fram úr fjøldini. Tað hevði ikki verið gamansleikur, fall tjóðarinnar oddviti á valinum undir hesum tjóðarinnar klimaksi. Slíkar royndir eru gjørdar áður, m.a. táið søkt varð at einum bili, sum táverandi forseti landsins Charles de Gaulle sat í. Funnin vóru 187 skot í bilinum, men tíanbetur kom hesin stóri politikarin undan við lívinum, einasta skurslið hann fekk av tilburðinum, var táið hann skuldi lempa allar glasleivdirnar av kjólanum hjá konuni Yvonnu. Hetta var, táið Algier-stríðið stóð uppá tað harðasta, og forsetin var komin í klinsj við kolonialistisku generalarar í Norðurafrika, sum ikki skiltu, at maðurin sum bjargaði Fraklandi eitt heiðurspláss í heiminum undir og eftir seinru stríðsárini, so avgjørdur læt hjálondini nýta sín sjálvsagda sjálvsavgerðarrætt til at taka loysing frá Fraklandi.

 

Nú er liðið nakað fram eftir degi. Alt er farið at flyta seg, skipað, hvør bataljón fyri seg, og brádliga kemur ein takleysur bilur við ferð frá Triumfboganum oman ímóti Concorde plássinum. Forsetin stendur uppi, og gesturin situr við lið hansara, og brádliga er lofthavið á tremur við jarndrekum. Mirageflogførini fara sum ørvar ígjøgnum lofthavið beint omanfyri skallabeinini á okkum, flutnings- og bunkringarflogførini somuleiðis og síðani kemur ein dalsaki av grønum hernaðartyrlum. Makan til spektakkul skal mann leita leingi eftir. Kæti er á fólki, og so hvørt sum vit skríða omaneftir í hesum mannahavinum, renna vit okkum í eitt herlið frá fremmandalegiónini. Sjálvt hesir ísakøldu kalarnir taka sær av løttum ídag. Onkur roykir eitt ball, og sjálvt teirra at kalla glerstoyttu glasandlit hava lyndi til at smírast í góðveðrinum. Teir hava tikið hornensemblið við sær, og hevði mann ikki vitað betur, so kundi tað eins væl verið Frelsunarherurin, sum var ávegis til eitt gøtumøti, eins og vit kenna tað á Ólavsvøku. Táið vit vóru komin oman til stóru bronsustandmyndina av Charles de Gaulle spýttu mirage-flogførini tricolorulitirnar út úr jettmotorunum, og tá var ikki eitt eyga turt í býnum. Fransmenn síggja stórleikan í síni egnu tjóð. Nationali stoltleikin er øgiligur, og hendan dagin sóu vit, at teir hava nóg mikið av ísinkrammi til at verja statin, kosta hvat tað kosta vil. Ein Pétain hevði ikki havt kjans fyri at fóta sær aftur í hesi fimmtu republikkini.

 

Frídagur er, og fólk taka sær av løttum. Almenna hátíðarhaldið varir í einar fýra tímar, men fólkið flytur seg sum stórar áir framvið áarbakkunum á hini kendu ánni Seine - allan seinrapartin og á kvøldi við. Popporkestur og fólkatónleikarar spæla á ymsum pallum, fortúnskaffistovurnar eru tjokkfullar av fegnum fransmonnum og fremmandafólki, sum leska sær vælindini í nógvu lýkkuni, og sum er komið higar at síggja, hvussu mann pallsetur eina tjóðarhátið. Onkur sleppur sær upp í bíðirøðina við Eiffeltornið, men at standa sum ein sveittandi saltsúla í fýra tímar hóvar mær ikki, so eg velji heldur at taka alla leiðina heimaftur á gistingarhúsið. Lógin um vinnuligan fiskiskap krevur, at landsstýrismaðurin leggur uppskot fram um áseting av fiskidøgum Ólavsvøkudag, so eg sessist undir meg á hesi jarnhørðu briksini og fari undir at snikka uppskotið til, saman við umsitingini umvegis teldusamskifti – fræga umsitingin, sum situr hundraðir av fjórðingum norðanfyri festivitasið, ið her gongur sína sigursgongd, dygst við Bastilleplássið har alt byrjaði.

 

Tíðin er farin at ganga undan. Men tað ber ikki til at hava verið í hesum staði, uttan at hava upplivað Versailles, Panthéon, Louvre, Notre-Dame kirkjuna og Sorbonne Universitetið. Morgunin eftir gongur leiðin út til Versailles slátrið, ófatiliga stórsligið, men samstundis ímyndin av fáfongd og royalari dekadensu. Tað var her, at herlið av undirsáttum klæddu kongshjúnini og putraðu teimum omaná lortaskónirnar. Urtagarðurin so víður sum fleiri kongsfesti og gull, málningar og alskyns glitur. Og hin kendi spegilssalurin, marmaragólvini og tungu ljósakrúnurnar úr loftinum. Helst byrjanin til endan hjá einum stjórnarlagi, sum sat so langvegis frá vanliga fólkinum, at gjógvin, ella dialektikkurin, til endans koppaði pyramiduni. Fólkið tók sakina í egnar hendur. Valdið. Dagin eftir gekk leiðin til Louvre. Vil ráða øllum, sum bara koma í nær námind av fronsku høvuðsborgini, um at støkka inn á gólvið í hesi helst størstu listarligu oasu í øllum heiminum. Mona Lisa hongur har, brúdleypið í Kána og so høggmyndirnar hjá Michelangelo. Haðani gekk leiðin oman ímóti Sorbonne Universitetinum. Fyrsti Lærdi Háskúli í Norðureuropu. Veggmyndirnar í gøtunum siga okkum frá uppreistrinum í 68, og tað er við ikki sørt at sorglæti, at mann hugsar um, hví vit ikki eiga ein intellektuellan skansa sum hendan.

 

Mátti síggja gravstøðini hjá tjóðarinnar stóru synum. Panthéon. Sum tað stendur omanfyri grindina: ”Aux grandes hommes la patrie reconnaissante.” Serliga áhugaður var eg í gravstøðunum hjá Jean-Jaques Rousseau, Voltaire, Victor Hugo og Jean Moulin. Hesin seinasti var hann, sum samskipaði fraktiónirnar í fronsku mótstøðurørslunum andvegis nazistiska áganginum stríðsárini seinru. Eitt stórmenni, ið hevði eitt sera gott samstarv við De Gaulle, sum bardist fyri móðurlandinum úr London og serliga úr afrikansku hjálondunum og í mandatunum í Miðeystri. Tað var har hin kendi ísraelski generalurin Moshe Dayan misti annað eyga, táið hann bardist saman við frælsu fransmonnunum ímóti týskinum. Týskararnir tóku Moulin, settu hann fastan og tortureraðu hann so illa, at hann til endans kendi á sær, at mentalu bardúnirnar fóru at slitna, og at hann møguliga boygnaði so mikið sálarliga, at hann fór at siga teimum um loynidómar hjá Resistence og hinum mótstøðurørslunum. Tá royndi hann at skera seg sjálvan á háls. Tað miseydnaðist, hann kom til lívs aftur og flýddi seinri. Í 1943 tóku týskarar hann aftur, og tá beindu teir fyri honum. Sum De Gaulle segði: ”Tá fall ein av tjóðarinnar alra størstu synum.” Og helst hevur hann skipað tað soleiðis, at Moulin liggur grivin í hesum statsleiðinum, har bara teir alra størstu fáa rúm at liggja.

 

Eftir Notre-Dame var ongin tíð eftir at geva út av. Gerandisdagurin bíðaði í heimlandinum, og tað gekk sum smurt at flyta seg við loftdrekanum til Kastrup og haðani á lendingarbreytina í Vágum.

 

Tjóðarhátíð føroyinga bíðar. Hon er okkara. Skrúðgongan úr tinghúsinum oman í Dómkirkjuna og niðanaftur verður ikki fylgd av sama ísinkrammi, sum elti Sarkozy, táið hann fór omaneftir Champs-Élysées fyri 14 døgum síðani, men her er heldur ongin statur at verja, ikki enn. Fransmenn eru komnir til sína fimmtu republikk, her bíða vit framvegis í spenningi eftir tí fyrstu. Men harfyri eiga føroyingar at hugna sær, taka sær av løttum og at sýna blíðskap um tjóðarhátiðina. Ólavsvøkuna eiga vit, og bara vit, og hana kann í hvussu er ongin taka frá okkum. Hugnið tykkum nú so væl øll somul. Síggjast.