Høvuðspersónarnir hava atkvøtt

Tey bæði forsetavalevnini og varaforsetavalevni teirra hava verið í valhølinum og greitt atkvøðu Teir fýra høvuðspersónarnir, Barrack Obama, Joe Biden, John McCain og Sarah Palin vóru øll og atkvøddu í sínum heimastatum seinnapartin.

Samstundis er tað greitt, at valluttøkan verður óvanliga stór, og eygleiðarar siga, at tað eru serliga nógv ung, sum hava skrásett seg sum veljarar hesaferð.

Sambært einum samandrátti av meiningakanningunum fær Barrack Obama 51,9 prosent av atkvøðunum og John Mccain fær 44,2 prosent.

Tað endaliga úrslitið kemur ikki fyrr enn í morginári, men gongst sum væntað verður ein greið ábending ætlandi tøk nakað eftir midnátt.