Høvundurin Bob Dylan

Hann kollvelti fólkatónleikin og gjørdist ímyndin av einum heilum ættarliði. Soleiðis upplivdi heimurin hann, men í eygunum hjá Bob Dylan sá søgan nakað øðrvísi út.
Í fyrsta bindi av sjálvævisøguni Chronicles fortelur Dylan, ikki óvæntað, alt annað, enn tað, lesarin hevði væntað - ella vónað. Næstan illgrunasamt fáar tiltiknar hendingar verða nevndar, meðan mytan insisterar uppá at lata seg úr og gerast menniskja. Dylan minnist eina konsert í ?64, har hann verður presenteraður soleiðis: Her er hann. Takið hann, hann er tykkara. "Upp í reyvina! So vítt eg visti, hoyrdi eg ikki til nakran. Hvørki tá ella nú. Eg var ongin predikantur, sum framdi undur. Tað hevði gjørt øll skítør í høvdinum"
Meginpartin av bókini er tað, sum situr Dylan og prátar um ymiskt leyst og fast, hann soleiðis hissini kemur í tankar um. Ikki framúrskarandi, oftast undrunarverdur men ongantíð keðiligur sum høvundur. Og hóast tað er ein annar Dylan, sum skrivar hesuferð, letur tað seg ikki fjala, at tað er sami maður, sum einaferð skrivaði yrkingar, sum brendu seg fastar í minnið hjá heilum ættarliðum. Sjarmerandi er tað, at Dylan 40 ár seinni tykist taka uppgávuna sum høvdundur í líka stórum álvara, sum allarfyrstu yrkingarnar og løgini.
ave






Bob Dylan, Chronicles Vol.1,
Simon & Schuster, 2004