H71 er í europeiskari 1/8 finalu

Í kvøld meiri enn vunnu tær úr Hoyvík tað aftur, sum tær taptu í gjárkvøldið

H71 kvinnurnar hava í kvøld tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í EHF kappingini fyri kvinnur.

 

Í gjárkvøldið taptu tær 29 – 27 ímóti Slavia Praha úr Kekkia. Í kvøld var returdysturin. Báðir dystirnir vóru í høllini á Hálsi í Havn, og í kvøld vann H71 29 – 24. Harvið er H71 samantaldur vinnari við málmuninum 56 – 53.

 

Eftir tveymála tapið í gjárkvøldið vóru tær í H71 sera misnøgdar við avrikið. Tær kendu tað soleiðis, at mótstøðuliðið var ikki av sovornum slagi, at H71 ikki hevði møguleika at vinna.

 

Í kvøld gekk tað heilt øðrvísi. Meðan gestirnir úr Kekkia leygarkvøldið mest sum alla tíðina vóru frammanfyri, so tók H71 sær í kvøld beinanvegin aðrar partar fyri. Tá ið átta minuttir vóru farnir, var H71 frammanfyri 5 – 2, og harvið var H71 longu tá samantalt á odda.

 

Átta minuttir undan steðginum var støðan 14 – 9 til heimaliðið, men so kom av álvara stígur í hjá H71, og Slavia Praha minkaði um munin soleiðis, at hann í hálvleikinum var 15 – 14. Tískil var kekkiska liðið eftir fyrra hálvleik samantalt frammanfyri við einum máli.

 

Og fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað alt annað enn  væl hjá H71, sum tá ið 40 minuttir vóru farnir var aftanfyri 18 – 17 og harvið samantalt aftanfyri við trimum málum.

 

Tað eydnaðist H71 at venda gongdini. Tá ið seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal, var støðan 19 – 19, og síðani legði H71 seg á odda, og tað eydnaðist at halda tørn um leiðsluna. Tá ið tað restaðu 13 minuttir, var H71 leiðslan 23 – 20 og harvið samantald leiðsla við einum máli. Spenningurin kyknaði av álvara aftur, tá ið mótstøðuliðið minkaði um munin til 24 – 22, men tær í H71 hilldu høvdið kalt, øktu til 27 – 22, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og so vunnu tær 29 – 24.

 

Samantaldi sigurin ber við sær, at H71 nú fer at spæla fjórðingsfinalu í EHF kappingini.

 

Heilt stóri H71 spælarin í kvøld var Jana Mittún, sum skoraði 10 mál. Í hinum endanu vardi Rúna Larsen framúr væl og átti stóran leiklut í, at tað eydnaðist H71 at vinna tryggan sigur og rættin at halda fram í europeisku kappingini.

 

 

 

DHC Slavia Praha – H71 24 – 29 (14 – 15)

 

EHF Cup kvinnur

 

Sunnudagin 4. desember 2022 kl. 19.00 í høllini á Hálsi í Havn

 

H71 samantaldur vinnari við 56 – 53

 

H71: Jana Mittún 10, Guðrið á Borg 3, Brynhild Pálsdóttir 3, Elsa Egholm 3, Marita Mortensen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Christina Arge 2, Lukka Arge 1, Vár Bentsdóttir 1, Lív Bentsdóttir 1, Bjørk Brimnes, Inga Maria Joensen, Sára Jacobsen, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe

 

Málverjar: Rúna Larsen 12/35, 34,3%, Alda av Skarði 0/0

 

Á beinkinum: Benjamin Rømer Christiansen, Jon Arne Kamsvåg, Alexander Lein Martinsen, Sebastian Christensen