H71 er nú greitt oddalið í SMS-deildini

Hoyvíkskvinnur hevur beina kós í FM-hálvfinalurnar

Ein toppdystur var í SMS-deildini í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.

 

Neistin tók ímóti H71, og fyri aðru ferð hetta kappingarárið sigraðu hoyvíkskvinnur á neistakvinnum.

 

Dysturin endaði 38-33 til H71. Í steðginum var H71 á odda 20-15. Minsti munur sum var í seinna hálvleiki var við støðuna 29-25 til H71.

 

Maria P. Nólsoy skoraði meir enn helvtina av málunum hjá Neistanum. Hon skoraði heili 17 mál í kvøld.

 

Hjá H71 var tað serliga Anna Maria H. Weyhe, ið gjørdi um seg. Hon skoraði 10 mál í kvøld.

 

H71 er nú greitt oddalið og stýrir beint móti FM-hálvfinalunum. Kapprenningin um annað plássið er hørð millum Kyndil, Neistan og Stjørnuna.

 

Leygardagin klokkan 15 tekur H71 móti Kyndli í Hoyvíkshøllini. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##