H71 fer til Serbia

Partizan Beograd, sum er næstbesta liðið í Serbia, verður mótstøðuliðið hjá hoyvíkingum

Lutakast hevur í fyrrapartin verið fyri at finna fram til, hvør skal spæla ímóti hvørjum í European Cup hjá monnum. H71-menn skulu møta Partizan Beograd úr Serbia.

 

Talan er helst um eitt avbjóðandi lutakast, tá Partizan gjørdist nummar 2 í serbisku liguni, bæði kappingarárið 2020-21 og 2021-22. Søguliga er Partizan eisini tað næstmest vinnandi serbiska felagið í serbiskum hondbólti, vita tey í H71 at siga.

 

Dystirnir skulu avgreiðast millum 29. oktober og 6. november.