H71 liggur nú væl fyri at vinna seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum aftaná 29-25 sigur á KÍF í Hoyvíkshøllini.
Leingi sá tó út til, at kollfirðingar fóru at fáa okkurt burturúr dystinum. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 17-13, og tá 35 minuttir vóru farnir var støðan 20-15 til kollfirðingar.
Tá 10 minuttir vóru eftir var støðan 24-22 til KÍF, men eftir tað fingu kollfirðingar bara eitt mál meðan hoyvíkingar fingu sjey mál. Tá fýra minuttir vóru eftir var H71 á odda 25-24, og tá bleiv tað avgerandi, at KÍF fekk tvær útvísingar og eitt reytt kort til Ása Dam innan eina stutta løtu.
Kollfirðingar hava tó H71 2 eftir á heimavølli um 10 dagar, og so kunnu teir seta sína lít til, at H71 ikki tapir móti Team Klaksvík á heimavølli.
H71 hevur fýra stig, KÍF hevur tvey stig, og Team Klaksvík og H71 2 hava enn einki stig fingið.
Hósdagur 28.01.21 kl. 20.00 Team Klaksvík – H71 2
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 H71 – Team Klaksvík
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 KÍF – H71 2
H71-KÍF 29-25 (13-17)
Toppskjúttar H71: Peter Krogh 9, Pætur Thomsen 9 og Niklas Hanusarson 3.
Toppskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Nikoley Bliznev 6 og Nicklas Selvig 3.