H71 knústi StÍF

Hoyvíkskvinnur vunnu við heili 22 málum 40-18, tá tær vitjaðu á Skála. Hálvsstøðan var 12-19.

 

savnsmynd

Hóast H71 vann stórsigur, so leikti javnt á fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki. StÍF-kvinnur vóru á odda fleiri ferð. Men miðskeiðis í fyrra hálvleiki drógu H71 kvinnur frá. Hálvleiksstøðan gjørdist 12-19.

Í seinna hálvleiki megnaði StÍF bert at skora 6 mál, og leiðslan hjá H71 bleiv bara størri og størri. H71 kvinnur vunnu 40-18, hóast tær manglaðu ein lyklaleikara, Mariu Halsdóttir Weyhe, ið er skødd. Men lítla systur hennara, 16 ára gamla Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, kom inn og setti millum annað tvey brotskøst í neti.

Málskjúttar StÍF:

Rebekka Justinussen 7, Maria MrDalo 3, Guðrið Ellingsgaard, Karina Berg Høgnesen 2, Andera Fríða Jalsdóttir Poulsen 1, Emmy Ingibjørg Kass 1, Erla J. Petersen, Marita Magnadóttir 1

Málskjúttar H71:

Brynhild Pálsdóttir 8, Jana Mittún 8, Lukka Arge 7, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4, Poula Fríðheim Petersen 4, Karin Egholm 2, Lív B. Zachariassen 2, Marita Mortensen 2, Guðrið á Borg 1, Inga Maria Joensen 1, Vár B. Zachariassen 1

H71 kvinnur eru á odda í SMS-deildini við fýra stigum. Kyndilskvinnur hava somuleiðis fýra stig, men H71 kvinnur hava betri málmun. Her sæst støðan í SMS-deildini:

 

##med2##

­

 

savnsmynd