H71 smurdi Neistan av

Í triða dystinum í bestu mansdeildini í hondbólti, sum í kvøld var millum H71 og Neistan í Hoyvíkshølini, smurdu hoyvíkingar Neistan av.

Í triða dystinum í bestu mansdeildini í hondbólti, sum í kvøld var millum H71 og Neistan í Hoyvíkshølini, smurdu hoyvíkingar Neistan av.

 

Í fyrru helvt av fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Liðini skiftust um at vera frammanfyri, men sum fyrri hálvleikur leið, løgdu hoyvíkingar seg framum.

 

Hálvleiksstøðan var 14-9 til H71.

 

H71 var framman fyri allan seinna hálvleik. Neistamenn skoraðu sjey mál í seinna hálvleiki, meðan hoyvíkingar skoraðu 13 mál og tí gjørdist úrslitið 27-16 til H71.

 

Nýggi leikarin hjá H71, Peter Krogh, varð beklaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki og kom ikki inn aftur í dystin.

 

Dómarar vóru Arnar Dam og Gert Hansen

300 áskoðarar vóru til dystin í Hoyvíkshøllini í kvøld.

 

Málskorarar hjá H71 vóru:

 

Mark Marcher 5 mál

Helgi Hoydal 5 mál

Jónas Djurhuus 4 mál

Pætur Thomsen 4 mál

Peter Krogh 3 mál

Hans Kári Hansen 3 mál

Tróndur Arge 2 mál

Sigmundur Nolsø 1

 

Málskorarar hjá Neistanum vóru:

 

Tommy Fletcher 3 mál

Rói B. Hansen 3 mál

Jugoskov Djumic 3 mál

Herbjørn Lava 2 mál

Andras Joensen 2 mál

Teis Horn 1 mál

John í Innistovu 1 mál

Hjalti í Jákupsstovu 1 mál

 

Støðan í bestu deildini er:

 

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

1

27

16

11

2

2

KÍF

1

22

16

6

2

3

VÍF

1

27

26

1

2

4

Team Klaksvík

0

0

0

0

0

5

StÍF

1

26

27

-1

0

6

Kyndil

1

16

22

-6

0

7

Neistin

1

16

27

-11

0