H71 stríddi seg til sigur á Kyndil

Hondbóltur: H71 aftur næstfremst, VÍF og StÍF høvdu ongar trupulleikar av botnliðunum

H71 tók seg fram um aftur Kyndil, tá teir vunnu grannadystin sunnudagin.

Undan dystinum var greitt, at tað hevði stóran týdning hjá H71 at vinna, skuldu teir ikki missa fleiri fet fram til oddin. Og hoyvíkingar vóru eisini uppsettir til dystin, og tað var fyrst og fremst tí teir stríddust fram úr væl, at teir vunnu.

Í hálvleikinum var H71 frammanfyri 12-8, og til tá og fram til 10 minuttir vóru eftir av dystinum gekk rímuliga javnt á, hóast tað allatíðina var H71, sum hevði munin.

Seinastu 10 minuttirnar av dystinum økti H71 nógv um munin., Teir gjørdu sjey mál hendan partin av dystinum, meðan Kyndlamenn, sum ivaleyst høvdu givið upp, bert fingu eitt mál.

Toppskjútti hjá H71 var Halgir Dal-Olesen, sum gjørdi 9 mál, og Jákup Símun Simonsen gjørdi 8 mák. Hjá Kyndli gjørdi Bárður Johannesen 5 mál.


VÍF og StÍF ongar trupulleikar

Hóast KÍF kom fram um 3-0, høvdu vestmenningar ikki stórvegis trupulleikar við at basa kollfirðingum í høllini í Vestmanna leygardagin.

Eftir fyrsta korterið fekk VÍF rættiligt tak á, og betri gekst við fáa mál. KÍF royndi seg við einari offensivari 3-2-1 verju, men tað fekk ikki steðga vestmenningum, sum at enda vunnu við 11 málum.

VÍF tóktist allatíðina hva tamarhald á, og í seinna hálvleiki øktu teir støðugt um munin. Áki Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum.

StÍF hevði leygardagin vitjan av Neistanum, og heldur ikki standingar høvdu trupulleikar við at vinna.

Teir fóru beinanvegin fram um gestirnar, og hildu leiðsluna tíðina út. Í hálvleikinum var 16-7 til StÍF, og tá var munurin millum liðini longu vorðin so stórur, at eingin ivi var um úrslitið.

Í seinna hálvleiki økti StÍF allatíðina um munin, sum var 15 mál, tá dysturin var av. Arthur Johansen var toppskjútti hjá StÍF við 13 málum, og Agnar Højgaard og Jónleif Sólsker gjørdu seks mál hvør. Hjá Neistanum var Kári Mortensen toppskjútti við fimm málum.