H71 tapti aftur 22-29 niðri í Kroatia

Tað blivu til tvey tap á 22-29 hjá H71 fyri kroatiska liðnum, Trogir í European Cup

Savnsmynd av Sveini Olafssyni, ið var toppskjútti hjá H71 móti Trogir við fimm málum

Í kvøld spældu mennirnir hjá H71 seinna dystin í øðrum umfarinum í European Cup móti kroatiska liðnum, Trogir niðri í Kroatia.

 

Eins og í fyrra dystinum mikukvøldið vann Trogir dystin 29-22. Sostatt vinnur Trogir ein samlaðan 58-44 sigur á H71 og heldur fram í kappingini. Í steðginum var Trogir á odda 14-9.

 

Kroatia er millum heimsins fremstu hondbóltstjóðir, og Trogir var eisini stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á H71. 

 

H71 kann nú hugsavna seg um heimligu kappingarnar. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 20 spæla H71 og Team Klaksvík í bólki 2 í Hoyvíkshøllini. Talan er um fyrsta dystin hjá H71 í Faxe Kondi kappingini.

 

H71-Trogir 22-29 (9-14) - Seinni dysturin í øðrum umfarinum í European Cup. Trogir vinnur samlað 58-44

 

H71: Sveinur Olafsson 5, Jón Rói Mohr Høgnesen 3, Ísak Vedelsbøl 2, Louis Daniel Christy 2, Rói Seyer Hjaltason 2, Helgi Poulsen 2, Jógvan Andreas Lamhauge 2, Rói H. Thomsen 1, Sakaris Aniano Sakarisson 1, Rókur Ziskason 1, William Napoleon Djurhuus 1. 

 

 

 

Savnsmynd av Sveini Olafssyni, ið var toppskjútti hjá H71 móti Trogir við fimm málum