H71 tapti við 12 málum móti norska toppliðnum

Hoyvíkingar fingu torføran dyst á útivølli í Drammen

Fremsta mansdeildin í hondbólti er ein liga á sera høgum støði, og givið er, at toppliðini í Noregi eru framúr sterk.

 

Hetta vóru hoyvíkingar greiðir yvir tá teir ferðaðust til Drammen í Noregi at spæla seinna Europa Cup dystin móti norska toppliðnum. 

 

Farna vikuskiftið gav H71 Drammen ein skarpan gang í høllini á Hálsi og tapti við bert tveimum málum 22-24, men á útivølli í Drammen í dag gekk ikki eins væl hjá H71.

 

Drammen vann 32-20, og harvið ein samlaðan 56-42 sigur á H71. Í steðginum var Drammen á odda 15-9. 

 

Unga liðið hjá H71 er tó nakrar góðar altjóða royndir ríkari aftaná báðar dystirnar móti Drammen í Europa Cup kappingini.

 

Málskjúttar H71: Peter Krogh 6, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Pætur Thomsen 3, Jón Rói Mohr Høgnesen 2, Niklas Højgaard Hanusarson 2, Pauli Mittún 1, Sveinur Olafsson 1, Emil Svoldgaard 1.