Håkan: Eg kann lova eina broyting

Landsliðsvenjarin heldur kortini tætt at kroppinum, men hann er tvingaður til eina broyting

##med2##

Samrøða við Håkan Ericson (trýst á pílin omanfyri)

 

Tað var gott lag á Håkani Ericson, landsliðsvenjara, tá hann hevði tíðindafund á Tórsvølli í dag. Eftir tíðindafundin fekk FM1 orðið á venjaran, ið sjáldan vil siga nógv um liðið.

 

- Eg kann lova eina broyting. Vit fáa ein nýggjan mann á vinstra bakk, sigur Håkan Ericson við einum brosi, tí tey flestu mundu fáa við, at René Shaki Joensen bleiv útvístur og tí ikki kann spæla við móti Moldova í annaðkvøld.

 

Eftir tveir dystir upp á fýra dagar, so eru nakrir spælarar, ið hava spælt nógv. Her leggur Håkan Ericson tó upp fyri, at tað ikki merkir at teir ikki byrja dystin móti Moldova.

 

- Tú kanst byrja við frískum spælarunum, men tú kanst eisini byrja við teimum, sum hava spælt og so síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Håkan Ericson.

 

Hann vísur á, at Jóan Símun Edmundsson, Hallur Hansson og Brandur Hendriksson allir hava verið skiftir út, ella inn í tveimum teimum fyrstu dystunum.

 

- Okkara kropsliga toymið við Magna Mohr hevur víst á, at tað eru serliga teir seinastu 15 minuttirnir av einum dysti, sum ávirka kropsliga støði til næsta dyst. Her hava vit gjørt íløgur í tveimum teimum fyrstu dystunum, við at skifta út, sigur Håkan Ericson.

 

Føroyar spæla móti Moldova í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli. Til venjingina í dag bleiv Brandur Hendriksson taklaður og mátti gevast við binding um knæið. Tað er óvist, um tað var álvarsligt í mun til dystin í annaðkvøld.

 

##ms##